Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Petur Hans Dahl veðurfrøðingur: Veðurvánir fyri viku 2

Innanlands | 07/01-2019 07:59
Petur Hans Dahl veðurfrøðingur | Mynd: Petur Hans Dahl

Samanumtikið: Skiftandi veður av skiftandi ættum og skiftandi millum vátakava og regn, tó helst ongin stormur hesa vikuna.

Veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Úts 10 m/s, turt og skýggja og hitin 7 stig

Í dag mánadagur 7.
Úts snarandi upp í útn n. strúkur í vindi upp í skrið 10-20 m/s, regn og hitin 3-6 stig.

Týsdagin 8.
Hvassur vindur av útn, sum út á kvøldið minkar niður í gul 14-3 m/s, ælaveður kanska sum vátakavi og hitin úr 4 stigum niður móti frostmarkinum.

Onsdagin 9.
Andøvsgul upp í strúk í vindi av úts, 7-12 m/s, regn seinnapartin og hitin 4-6 stig

Tórsdagin 10.
Vestan 10-15 m/s, ælaveður kanska sum vátakavi og hitin 6-8 stig.

Fríggjadagin 11.
Hann melur av ymsum ættum 10-15 m/s, regn ella vátakavi seinnapartin og hitin 2-6 stig

Leygardagin 12.
Vestan 13-17 m/s, regn tað mesta av degnum og hitin 5-7 stig.

Sunnudagin 13.
Um náttina vestan 14 m/s og regn, seinni minkar vindurin av norði 8-4 m/s og turt. Hitin 3-5 stig.

Samanumtikið:
Skiftandi veður av skiftandi ættum og skiftandi millum vátakava og regn, tó helst ongin stormur hesa vikuna.

Veðurtekn:
Tey gomlu høvdu eitt úttrykk, sum javnan var á lofti:
”Hann regnar seg vesturum”. Hetta var í sambandi við, tá ið ein hitabrúgv í samband við lágtrýst fór framvið. Fyrst var nógv áhaldandi regn og vindur av lands. Í tí løtu, hitabrúgvin fór framvið, stakk vindurin í úts., og tað nógva regni helt uppat. Tí søgdu tey, at hann regnaði sje vesturum. Samstundis bleiv væl lýggjari.

 

Soleiðis segði Petur Hans Dahl veðurfrøðingur um veðrið í KVF í morgun.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi