Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Kristin Michelsen hevur ikki fingið svar frá Javnaðarflokkinum

Politikkur | 07/01-2019 15:27

Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, 2 næstforkvinna í Javnaðarflokkinum roknar við, at eitt svarskriv verður sent Kristini Michelsen.

Eftir at Kristin Michelsen í farnu viku varð tveittur úr Javnaðarflokkinum, sendi hann eitt skriv til Aksel V. Johannesen, floksformann, har hann spurdi um nøkur viðurskifti viðvíkjandi hansara limaskapi í flokkinum. Enn hevur hann ikki fingið nakað svar frá løgmanni.

Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, 2. næstforkvinna í Javnaðarflokkinum, sigur við R7, at Kristin Michelsen hevur biðið um innlit í nøkur innanhýsis viðurskifti í tingbólki, starvsnevnd og floksleiðslu hjá Javnaðarflokkinum, men av tí at hann ikki longur er partur av tingbólkinum, og heldur ikki er partur av starvsnevndini og floksleiðsluni, so hevur hann ikki rætt til at fáa innlit í innanhýsis viðgerðir í hesum bólkum.

Viðvíkjandi limaskapinum í Javnaðarflokkinum sigur Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, at hesum hevur løgmaður longur greitt frá í fjølmiðlunum. Um Kristin Michelsen hevur goldið limagjaldið til sítt lokala veljarafelag, so er hann limur í flokkinum - í hvussu so er fyribils.

Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð roknar við, at eitt svarskriv verður sent Kristini Michelsen.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi