Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Skechers nýggjárshálvmaraton 2019

Ítrottur | 07/01-2019 21:00

Fyrsta árliga hálvmaraton kappingin, nevnd Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton, var leygardagin 5. januar.

Nýggjárshálvmaraton varð á fyrsta sinni runnið í 2002, og ta ferðina luttóku átta menn, og næstan hvørt ár síðani er luttakaratalið økt.

Veðrið ávirkar altíð luttakaratalið, hesaferð var tíbetur ongin orsøk at setast aftur grunda á veðrið.

Luttakaratalið bleiv eisini methøgt aftur í ár, 90 rennarar møttu upp við skúlan í Funningsfirði, har starturin var annað árið á rað.

Byrjað varð kl. 11 og sindur av spenningi var, um hvør nú best hevði hildið venjingina við líka jóla og nýggjárs dagarnar. So "elitan" spenti avstað, ímeðan nógv bara vóru nøgd við at fáa nøkulunda somu tíð sum seinast, meðan onnur vóru við fyri fyrstu ferð og tóku tað róligt frá startinum, tí brekkan niðan til landsvegin norður millum fjarða, er næstan 2 km.

Favorittarnir Einar Gregersen og Henry Olsen løgdu best frá landi og fylgdust fram til uml. 7 km, tá Einar dróg sindur frá Henry. Einar helt leiðsluna fram til málið og kom á mál við tíðini 1:22:48 Henry kom á mál +2:34min. eftir Einar, og beint í hølunum á honum kom Hans í Horni Nielsen á mál sum nr 3

Hjá kvinnum fylgdust Marita Andrasardóttir og Sara Vallin allan vegin. Marita hálaði sigurin heim við tíðini 1:32:13 - 23 sekund frammanfyri Saru. Hergerð Heldarskarð lá á rímuliga tryggum 3. plássi allan vegin til málið - tíðin bleiv 1:40:50

Fyrireikararnir, Roysnið og Skósølan við Gøtugjógv, takka hjartaliga øllum 90 luttakarunum, hjálparfólkunum við startin og við málið, við vatnpostarnar, og tey fittu børnini, sum góvu øllum rennarunum heiðursmerkið um hálsin, eisini P/f Varðan fyri stuðul til heiðursmerkir og Føroya Bjór fyri frukt, vatn og Sisu. Og ikki minst gulu "Rynkunum" sum gjørdu dagin enn meira festligan og sjónligan.

Vit gleða okkum til 4. jan. 2020 :-)

Myndir: Jóannes Poulsen og Terje Hansen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi