Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fíggjarnevndarformaðurin hongur í klønum tráði

Politikkur | 08/01-2019 15:50

Nú Kristin Michelsen ikki longur er partur av samgonguni og tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, hevur andstøðan meirilutan í fíggjarnevndini.

Tað hevur ljóðað, at løgtingsins fíggjarnevnd skuldi hava fund hósdagin, men enn er fundurin ikki lýstur á heimasíðuni hjá løgtinginum.

Nú Kristin Michelsen er tveittur úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, er andstøðan í meiriluta í nevndini. Hetta kann hava við sær, at Ruth Vang kann missa formanssessin í fíggjarnevndini.

Men hóast Kristin Michelsen ikki longur er limur í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, so er hann framvegis limur í flokkinum. Tí er ikki vist, at hann fer at fygja andstøðuni í eini telving um nevndarsessir.

Vit hava seinnapartin roynt at ringt til Ruth Vang, forkvinnu í fíggjarnevndini, fyri at spyrja um hesi viðurskiftini, men hon var ikki at hitta.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi