Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Vilja ikki gjalda loysigjald

Uttanlands | 09/01-2019 16:09

Rænararnir hava kravt 9 mió. evrur í loysigjaldi.

Familjan hjá Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, norsku ríkmanskonuni, sum eftir øllum at døma er burturflutt, vil ikki gjalda nakað loysigjald. Tað kom fram á tíðindafundi, sum norska løgreglan hevði í morgun.

Nógv bendir á, at 68 ára gamla Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, sum er kona ein av ríkastu monnum í Noreg, varð burturflutt tann 31. oktober í fjør, og síðani hevur einki verið at hoyrt frá henni.

Gerningsmenninir hava kravt eitt loysigjald á 9 mió. evrur, men eftir ráðum frá løgregluni, hevur familjan tikið avgerð um ikki at rinda loysigjaldið.

Vit vóna at almannakunngerðin av málinum fer at gera sítt til at vit koma í samband við burturflytararnar, og at vit fáa eina váttan um, at alt stendur væl til hjá henni, og at vit kunnu fara undir eina tilgongd, sum skal fáa hana trygt heimaftur,” sigur Svein Holden, advokatur.

Líka til nú hevur løgreglan, av taktiskum ávum, ikki vilja farið út til almenningin við málinum, men í samráð við familjuna varð hetta tó gjørt í dag. Familjan hevur samtíðis havt ynski um ikki at tosa við fjølmiðlar um málið.

68 ára gamla Anne-Elisabeth Falkevik Hagen er gift við Tom Hagen, sum er nummar 172 á listanum yvir ríkastu fólk í Noreg. Hann er góður fyri eitt virði á 1,7 milliardir norskar krónur.

 

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi