Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Varð bygnaðurin á Landsverki broyttur sum Akademikarafelagið pástendur?

Politikkur | 09/01-2019 20:00

Samferðslumálaráðið hevur í dag svarað Akademikarafelagnum í málinum um Landsverk.

Svarið liggur á heimasíðuni hjá Samferðslumálaráðnum.

Í hesum sambandi havi eg hesar viðmerkingar til málið:

Nýggjársdag í ár sendi Akademikarafelag Føroya skriv til Løgmann, til Løgtingsins Umboðsmann og til Landsstýrismannin í samferðslumálum.

Akademikarafelagið finst at, at bygnaðurin á Landsverki er broyttur. Men hann er als ikki broyttur.

At pástanda, at landsstýrismaðurin er stjóri á Landsverki, er ikki rætt. Eisini eitt sindur óseriøst. At landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at 3 deilarleiðarar á Landsverki, sum ein fyribilsloysn vísa til aðalráðið, er heilt náttúrligt. Talan var um nakrar fáar dagar um høgtíðina til ein fyribilsstjóri var settur á Landsverki.

Spurningurin er, hví eitt slíkt skriv skal sendast til øll.

Løgtingsins umboðsmaður viðger skrivið frá Akademikarafelagnum, og  umboðsmaðurin hevur biðið um eina frágreiðing. Hon kemur  ein av nærmastu døgunum.

Nú verður tað helst soleiðis, at Akademikarafelagið má fara í Fasta Gerðarrættin at viðgera sínar spurningar.

Tað, sum hevði verið frægast, hjá Akademikarafelagnum, var, at felagið kom oman í Samferðslumálaráðið at tosa við landsstýrismannin um málið í staðin fyri at senda klagu til hesi og hasi. Landsstýrismaðurin hevur als ikki fingið nakra áheitan frá felagnum um fund at røða um málið. 

Akademikarafelagið hevði uttan iva komið til sættis við landsstýrismannin, og so kundu vit hugt frameftir og fingið frið um Landsverk, ikki minst við atliti at starvsfólkunum.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi