Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hósvíkingur til Íslands - kent seg kallaðan

Átrúnaður | 10/01-2019 22:30

Fyrr í ár frættist, at Hósvíkingurin Ólavur Jacobsen hevur fingið kallið at fara til Reykjavíkar at virka sum trúboðari. Ólavur er 49 ára gamal og er giftur við Vónbjørt, sum er ættað úr Kollafirði. Tey eiga tríggjar vaksnar døtur: Jónvør, Sissel og Váreyð. Ólavur er útlærdur  elinnleggjari og hevur starvast sum mekanikari hjá Faroe Ship.

Ólavur sigur við netavísina Trúboðan: “Eg havi gingið við einum trúboðarakalli í fleiri ár, og havi biðið Gud vísa mær, hvar hann vil brúka meg!” Tá Ólavur fekk fyrispurning frá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, um at taka við kallinum har, so var hann ikki í iva, men tók kallið á seg við tað sama.

Tænastan hjá Ólavi verður fjølbroytt við tað, at hann afturat arbeiðinum á Sjómansheiminum, sum umfatar andaktir og føroysk møtir, eisini skal virka millum føroyingar bæði í Reykjavík og aðrastaðni í Íslandi, og kemur eisini at vitja umborð á føroysk skip og at vitja føroyingar, sum liggja á sjúkrahúsi í Reykjavík. Men tey koma at virka í og út frá Sjómansheiminum Ørkin, har Ólavur kemur at hava sítt fasta tilknýti. Fyrstu tíðina koma tey at búgva á Sjómansheiminum.  

At seta ein trúboðara í starv á Ørkini er eitt ynski, sum stýrið hevur havt í fleiri ár, sigur stýrisformaðurin Jonhard Joensen. Ólavur kemur tí ikki at virka sum stjóri ella hava ábyrgd av tí umsitingarliga, men kemur burturav at taka sær av tí andliga arbeiðinum í og út frá Ørkini.

Tollaksmessudag var stórur dagur í nýrenoveraðu kirkjuni í Hósvík, bæði fyri kirkjufólkið og fyri Ólavur og familjuna. Gudstænastan var sett at vera kl.15:00 og var lýst sum  útsendingargudstænasta fyri Ólavi og konu hansara Vónbjørt. Tað var sóknarpresturin í Norðstreymoyar prestagjaldi Bergtórur Hjelm Bjerkhamar, sum prædikaði. Eisini luttóku onnur við upplestri av bíbliutekstbrotum. Síðani var forbøn fyri Ólavi við handaálegging.

Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við Ólavur í telefonini, og tá var hann staddur í Reykjavík. Hann kom til Reykajvíkar týsdagin 07. januar. Ólavur sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann hevur eina royndartíð upp á hálvt ár, og at fyrsta tíðin verður at bróta upp úr nýggjum, tí talan er um eitt nýtt virkisøki hjá føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík.

Um onkur veit um føroyingar, sum eru í sjúkraørindum í Reykjavík, so er ein vælkomin at boða frá hesum til Ólavur Jacobsen, føroyskur Trúboðari í Reykajvík.

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Ólavi til lukku og Harrans signing við nýggja trúboðaraverkinum.  

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Frá útsendingargudstænastuni Tollaksmessudag, Ólavur og konan sita fremst á myndini.


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi