Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Ársins føroyingur - eitt herðaklapp

Innanlands | 10/01-2019 22:40

Eitt sera forvitnisligt tiltak hjá Sosialinum er kappingin um hvør er ársins føroyingur, og einaferð enn hevur blaðið skipað fyri, at føroyingar kunnu innstilla persónar og síðani velja ársins føroying – og í blaðnum millum jól og nýggjár varð avdúkað hvør er ársins føroyingur í 2018

Fleiri føroyingar vórðu innstillaðir saman við eini frágreiðing um hví ein er í uppskoti til ársins føroying. Millum tey innstillaðu vóru Sigrid Sivertsen, Birgir Andreassen og Øssur Berghamar.

  • Um Sigrid varð sagt, at hon ger eitt stórt arbeiði at savna inn pening til Barnabata, og at hon hevur gjørt hetta í fleiri ár.
  • Um Birgir verður m.a. sagt, at hann ger nógv fyri onnur bæði heima og í Rumenia, har hann hjálpir teimum, sum hava tað minni gott.  
  • Eisini var Øssur Berghamar ímillum boðini at gerast ársins føroyingur; og grundgevingin at skjóta Øssa upp, er hansara ótroyttiliga lívsgevandi ídni við uppbyggjandi og lívsjáttandi vitjanum hjá m.a. uppgivnum føroyingum á Ríkissjúkrahúsinum, sum ígjøgnum mong ár eru vorðnir fleiri túsund í tali.

ÁRSINS FØROYINGUR

Í blaðnum millum jól og nýggjar varð avdúkað hvør hevur fingið heiðurin at kallast Ársins Føroyingur - og tað var eingin annar enn Øssur Berghamar í Kristnastovu á Amager í Keypmannhavn, sum hvørja viku, síðani 1973 og til dagin í dag, hevur vitjað føroyingar, sum liggja á sjúkralegu á Rikissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Jóannes Hansen, freelance tíðindamaður á Sosialinum, hevur áhugaverda samrøðu við Øssa í hesum sambandi í Sosialinum, har Jóannes innleiðir samrøðuna við hesum orðum: “Nú hann mest sum er við at rigga av, kom tað ikki sørt óvart á trúfasta mannin í Keypmannahavn, ið saman við konuni hevur tænt sínum landsmonnum á flatlondum í næstan hálva øld, at hann skuldi verða valdur ársins føroyingur!”

Kristiliga Tíðindasendingin unnir honum hetta herðaklappi, og ynskir Susani og Øssuri hjartaliga til lukku við heiðrinum, og ynskir honum mong spor afturat inn á Ríkissjúkrahúsið.    

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com


Lagt út: Randi Jacobsen

Líknandi tíðindi
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi