Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

GLS einaferð enn - leiðslustevna í Norðurlandahúsinum

Innanlands | 10/01-2019 22:10

Í Kristiligu Tíðindasendingini fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eitt tíðindainnslag um GLS-leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum verður nú í januar. Av tí, at hetta verður seinasta tíðindasending áðrenn GLS, ynskja vit at koma við eini sokallaðari GLS-áminning. GLS stendur fyri Global Leadership Summit, sum merkir ALTJÓÐA LEIÐSLURÁÐSTEVNAN.

Nú eru tað ikki mangir dagar til GLS-leiðsluráðstevnan fer av bakkastokki fríggjadagin og leygardagin 18 – 19 januar. Pláss er fyri umleið 400 luttakarum, og til dags dato hava umleið 250 melda luttøku, sum enn er opin. Um ein ynskir at melda til, so kann tað gerast á GLS.fo ella á tlf: 289796. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa.

GLS-Stevnan í ár verður tann tólvta i røðini síðani 2008, tá fyrsta GLS-leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum. Stevnan hevur altið verið væl vitjað av fólkum í øllum aldri um øll samkomumørk og eisini frá øllum løgum í samfelagnum, og Stig Elttør, sum er formaður í nevdini, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at hann roknar við góðari luttøku aftur í ár.

BILL HYBELS IKKI VIÐ
Stig Elttør sigur, at tann stóra broytingin í ár verður, at stovnarin av altjóða GLS- tiltakinum, Bill Hybels, sum altið hevur verið tann, ið hevur sett stevnuna, og sum stevnuluttakararnir altið hava sæð fram til, er ikki longur ein partur av GLS-tiltakinum, og verður tí ikki at hoyra í Norðurlandahúsinum í ár. Kristiliga Tíðindasendingin hevur skilt, at formaðurin í føroysku GLS-nevndini, Stig Elttør, kemur at greiða luttakarunum frá viðurskiftunum í samband við Bill Hybels.

Aftur í ár verður luttøka við fleiri føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum, so sum Petur Háberg, bólkurin VSJ og Maria á Lakjuni. Eisini verður felagssangur á skránni. Tað verða tey bæði, Heri Kjærbo og Margaret Dalheim Djurhuus, ið vera stevnuleiðarar.

Møguleiki verður at keypa bøkur, sum fyrilestrarhaldararnir hava skrivað, og fleiri av teimum eru bestseljandi rithøvundar á bókalistanum hjá New York Times.

Undanfarnu ár hava fyrilestrarnir altið verið til sølu á fløgu, sum  hevur verið til keyps á stevnuni. Í ár verða fyrilestrarnir ikki á fløgu, men ístaðin verður møguleiki at ogna sær fyrilestrarnar á geyma.

SKRÁIN
Skráin fyri stevnuna liggur nú á heimasíðuni hjá GLS, og har sæst, at morgunmaturin er báðar dagarnar frá kl.08:00 til 09:00, og at Tóra við Keldu kemur at hava sín fyrilestur fríggjadagin kl.15:00, og at samrøðan við Hildu Viderø verður leygarmorgunin kl.09:00

Kl.16:00 leygardagin er tólvta GLS-leiðsluráðstevnan av á hesum sinni, og sum vanligt hevur verið, ber til longu tá at melda seg til GLS 2020.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Tóra við KelduHilda Viderø

 


Lagt út: Randi Jacobsen

Líknandi tíðindi
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi