Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fupp, fakta og tann demokratiska avbjóðingin

Innanlands | 09/01-2019 23:00

Hetta verður evnið fyri seturskjakinum 10. januar 2019, sum Søgu- og samfelagsdeildin stendur fyri.

Nøgdin av informatión hevur ongantíð verið størri enn í dag. Siðbundnir og sosialir miðlar kappast uttan íhald um at vekja áhugan hjá fólki, og fleiri lond hava samtykt lóggávu ímóti sonevndum ”fake news” og villleiðandi upplýsingum.

Men lygn, manipulatión og propaganda eru líka gomul sum menniskjan sjálv. Langt áðrenn tað bleiv modernað at tosa um ”tað post-faktuella samfelagið” skrivaði týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche, at tað finnast ongir sannleikar – bara tulkingar. Og nýggj gransking í sálarfrøði og veljaraatferð vísir, at okkara hugburður til vísindi er treytaður av okkara lívsáskoðan, hugsjónarligu sannføringum og bólkasamleika. Úrslitið er, at tú verjir tíni sjónarmið, og eg verji míni. Tú hevur tíni ”fakta”, og eg havi míni.

Men hetta er ein demokratisk avbjóðing, tí eitt sunt demokrati er treytað av upplýstum veljarum, sum kunnu semjast um eitt felags grundarlag. Og í fleiri førum hava politiskar avbjóðingar tørv á vísindum og gransking fyri at koma fram til bestu loysnirnar. MEN

  • Hvør hevur einarætt upp á sannleikan?
  • Hvussu meta vit um trúvirðið á eini keldu?
  • Er tað yvirhøvur ein trupulleiki, at vit eru so ósamd um alt frá veiðutrýsti og veðurlagsbroytingum til grind og Darwin?
  • Hvussu navigera vit í frumskóginum av mótstríðandi upplýsingum?
  • Og hvør er leikluturin hjá universitetum, granskarum og vísindafólki?

Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at spyrja nærri um hetta. Lagt verður út við tveimum framløgum, sum ávíkavist Hans Andrias Sølvará og Heini í Skorini hava. Síðani verður evnið aftur viðgjørd við eitt pallborð, sum hetta kvøldið verður mannað við Eriku Hayfield, Hallberu West, Bárði Larsen, Jens Chr. Justinussen og Ragnheiður Bogadóttur. Lagt verður síðani upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini luttaka. Kjakið verður stýrt av orðstýrara og hetta kvøldið verður tað Kári Mikkelsen, journalistur.

Vit bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 10. januar. Byrjað verður kl. 19:30 og tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.

Fróðskaparsetur Føroya

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi