Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nú verður aftur útstykkjað á Skála

Innanlands | 10/01-2019 12:55
Mynd: Bárður Kass Nielsen

Ein klaga hevur seinkað arbeiðinum.

Runavíkar kommuna fer nú at halda fram við arbeiðinum at útstykkja á Skála. Í fyrstu atløgu verður talan um 18 grundstykki.

Kommunan skrivar á síni heimasíðu, at drúgv tíð er gingin, síðani kommunan ognaði sær jørðina suður frá verandi búseting á Hórheiðum á Skála. Ætlanin var tá at halda fram við at stykkja út beinan vegin, men ein kæra um fornminni hevur seinkað hesa ætlanina.

Tað hevur vakt undran millum borgarar á Skála, at arbeiðið hevur ligið stilt so leingi. Í einum bólki sum skálafólk hava á facebook skrivaði Bárður Kass Nielsen, fyrrverandi býráðslimur, í farnu viku, at ein gravimaskina hevur staðið órørd í 4 mánaðir á økinum har útstykkjast skuldi.

“Ímeðan so at siga allar aðrar bygdir á Skálafjørðinum leggja seg skerflatar at stykkja út, fáa ungu familjurnar á Skála, sum hava hug at vera her, bjóðað stykkir aðrastaðni á fjørðinum, og onnur eru noydd at keypa sær hús í øðrum bygdum,” skrivaði hann.

“Fólkatalið á fjørðinum er skjótt vaksandi, men als ikki á Skála - tíverri. Hóast lendið á Skála man vera tað besta og størsta á fjørðinum at byggja á. Um tað ikki kemur vend í nú, kann ein avleiðing vera, at grundarlagið skjótt verður ov lítið til at varðveita nógvar tænastur, sum enn eru í bygdini,” skrivaði Bárður Kass Nielsen.

Um tað er hetta, sum hevur fingið arbeiðið í gongd aftur, er ilt at siga, men nú sigur kommunan at væntandi verður neyvætlanin liðug um páskirnar, og tá verður arbeiðið boðið út.

 

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi