Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Skip úr høvuðsstaðnum kundu fiskað ein part, sum nú liggja ófiskað.

Innanlands, Politikkur | 11/01-2019 13:00

Almenna útlutanin av kvotum hevur gjørt, at høvuðsstaðurin hevur havt sera trupult at fóta sær í hesi vinnu.

Heldur ófiskaðar kvotur,
enn at Havnin fær tær

Fyri just tveimum árum síðan var stórfingin móttøka av uppsjóvarskipinum Hoyvík á Vestaru
Bryggju. Frøin var stór, tí hetta var fyrsta uppsjóvarskip í Havn, síðan Krúnborg varð seld í 2006.
Almenna útlutanin av kvotum hevur gjørt, at høvuðsstaðurin hevur havt sera trupult at fóta sær í
hesi vinnu, og tí fegnaðust øll um, at vit høvdu fólk og feløg, sum kortini tordu at taka við
avbjóðingum.

At skapa nýggj arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið er treytin fyri, at vit klára at fylla ásettar
karmar og skapa tann trivnað, ið er neyðugur í kappingini til tess at draga okkara vælútbúnu fólk
heimaftur úr útlondum – og fáa hini at trívast í landinum.

Spenningurin var tí eisini stórur, tá menningarkvotur skuldu útlutast fyri 2018.
Við nærum helmingi av fólkatalinum, tøkum skipum og kvalifiseraðum fyritøkum, so varð mett
sjálvsagt, at høvuðsstaðarøkið fekk sín lut, serliga tá hugsað verður um, at almenna útlutanin
nógvu seinastu árini ikki hevur verið høvuðsstaðnum til fyrimunar.

Men hóast høvuðsstaðurin lýkur allar treytir fyri menningarkvotur fekk hvørki Havnin ella Hoyvík
nakað burturúr útlutanini. Vit kenna ongar haldbærar grundgevingar fyri, hví høvuðsstaðurin enn
einaferð í eini almennari útlutan av fiskirættindum er við sviðusoð.

Mest hugstoytt er tó, at nú árið er runnið, so er fiskur fyri hundraðtals miljónir ófiskaður. Minni
enn eitt prosent av svartkjaftinum er fiskað og túsundtals tons av sild og makreli eru heldur ikki
fiskað. Sambært KVF eru bert 380 tons av 42.000 tons av svartkjakfti, sild og makreli fiskað.

Er tað soleiðis at skilja, at landsins myndugleikar halda tað vera betur, at virði fyri hundraðtals
miljónir liggja ófiskað, heldur enn at lata ein part til høvuðsstaðarøkið?
Um tað er so, at adressan hjá umsøkjarunum er skeiv, ella at skip ella persónar, heimahoyrandi í
Havn, frammanundan eru avskorin frá at troyta okkara tilfeingi, so hava vit ein stóran politiskan og
fíggjarligan trupulleika, sum má takast til viðgerðar.

Eftir stendur, at við einum veti av vælvild, so kundu skip úr høvuðsstaðnum havt fiskað ein part av
hesum tíggjutúsundtals tonsunum, sum nú liggja ófiskað.

Men eftir øllum at døma er adressan skeiv sambært sitandi landsstýrissamgongu.
Bogi Andreasen
Formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býráð


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi