Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fríhandilssáttmáli við Bretland

Politikkur | 11/01-2019 14:27

Nýggi fríhandilssáttmálin tekur støði í verandi sáttmála við ES.

Bretland og Føroyar fara seinni í hesum mánaðinum at undirskriva fríhandilssáttmála landanna millum. Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á síni heimasíðu. Samráðingar hava seinastu tíðina verið millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og bretska handilsmálaráðið, og tær eru nú komnar á mál.

”Samhandilin við Bretland er nú tryggjaður og kann at kalla ótarnaður av Brexit halda fram, tá landið fer úr ES,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

“Óvissa valdar annars um, hvørt Bretland fer úr ES við ongari skilnaðaravtalu 29. mars í ár ella um partarnir finna eina semju áðrenn. Men í mun til handilssamstarv millum Bretland og Føroyar er tann spurningurin ikki longur viðkomandi fyri okkum,” sigur landsstýrismaðurin.

Beint eftir fólkaatkvøðuna í Bretlandi í juni 2016, setti landsstýrið ein arbeiðsbólk at arbeiða fyri at tryggja føroysk áhugamál í sabandi við Brexit. Harumframt hava tvær bretskar ráðharravitjanir verið í Føroyum og landsstýrismenninir í uttanríkis- og vinnumálum og í fiskivinnumálum hava eisini vitjað starvsfelagar sínar í London fyri at umrøða, hvussu Føroyar og Bretland skipa sínámillum viðurskiftini eftir Brexit.

Nýggi fríhandilssáttmálin tekur støði í verandi sáttmála við ES, har handilsviðurskiftini ímillum Bretland og Føroyar higartil hava verið skipað.

Bretland er millum tey londini, Føroyar útflyta mest til – í 2016 útfluttu Føroyar fyri 850 mió. krónur, og í 2017 fyri 770 mió. krónur til Bretland. Innflutningurin úr Bretlandi hevur seinastu tvey árini verið fyri áikasvist 169 mió. og 284 mió. krónur.

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða: Bjarni Arnason um føroysku fiski­vinnuna
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
So kom Markus
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Skulu frysta kalvan umborð
Komið øll við (3) - Gestur: Uni Árting, um dart - 14. mars 2019
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Toskurin ferðast
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Komið øll við (3) - Gestur: Jógvan Skorheim - 14. mars 2019
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi