Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Afturkalling av gymnastik-ringum frá Trævarefabrikernes Udsalg

Innanlands | 11/01-2019 19:00

Við skeivari nýtslu av gymnastik-ringunum er vandi fyri at verða kvaldur í tognum, sum gymnastik-ringarnir hanga í. Tí hevur framleiðarin, Trævarefabrikernes Udsalg, valt at afturkalla vøruna.

Seinasta vikuskiftið hevði eitt barn í Danmark eina óhepna uppliving, tá tað spældi við gymnastik-ringarnar. Barnið fekk hálsin gjøgnum togið og datt síðani, so at høkan hekk á ovasta parti av ringinum og togið strammaði í aftan fyri oyruni. Barnið var tí í vanda fyri at blíva kvalt. Tíbetur vóu fólk varug við hetta óhapp beinanvegin og barnið er heilt uttan fyri lívsvanda.

Trævarefabrikernes Udsalg hevur seinastu árini selt umleið 6.000 gymnastik-ringar í Danmark og eini 400 í Føroyum.

‘Trygd hevur høga raðfesting – ikki minst tá tað snýr seg um børn. Vit mæla altíð til, at børn eru undir eftirliti, tá tey brúka gymnastik-ringarnar’, sigur Henrik Lange, sum er stjóri hjá Trævarefabrikernes Udsalg.

‘Vit meta, at togið, sum ringarnir hanga í, við skeivari nýtslu kann viðføra vanda fyri at vera kvaldur, og tí afturkalla vit gymnastik-ringarnar. Øll sum hava keypt gymnastik-ringar hjá Trævarefabrikernes Udsalg kunnu sjálvandi lata teir innaftur og fáa peningin aftur. Hetta er eisini galdandi, um ein ikki longur hevur kvittanina fyri keyp av ringunum.’

Í Føroyum kunnu gymnastik-ringarnir latast innaftur hjá Nema, Smyrilsvegur 5, Tórshavn.

Tíðindaskrivið frá Trævarefabrikernes Udsalg kann lesast her https://www.traevarer.dk/produktinformation.


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi