Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Leita enn eftir horvna manninum í Fugloy

Innanlands | 12/01-2019 12:47

Á á miðdegi í gjár kom ein útlendskur ferðamaður í Fugloyanna við tyrluni. Ætlan hansara var at fara eina gonguferð. Tá Rituni seinnapartin skuldi fara avstað, var maðurin ikki møttir upp. Eingin hevur borið eyga við mannin síðani. Leiting er sett í verk. Vit kunnu siga stutt um Fugloynna har leitingin fer fram.

Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11.1 km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloy har stejle kyster med fuglebjerge og kun få landingsmuligheder; det højeste fjeld er Klubbin (621 m). Ud for forbjerget Eystfelli (449 m) står den 47 m høje klippe Stapin (tidl. Bispen) med fyr.


Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum, og so hevur verið so langt aftur, sum søguligar keldur røkka. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Í tí sokallaða Hundabrævinum, skrivað nakað fyri ár 1400, stendur, at tveir skulu hundarnir vera í Fugloy, hvør í sínum bøi.  Tað er eyðsæð, at bøur her merkir bygd.

Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað; í 40'unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fólkatalið var 38 við ársbyrjan 2014.

Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km.  Í sjeytiárunum varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Vegastrekkið, frá túninum á Veggi á Kirkju til Húsá í Hattarvík, er 5,06 kilometrar. Í dag eru nøkur akfør í oynni.

Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna. 


Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi. Fugloyggin hevur havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini. Tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki.

Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum. Ein er "Fugloy í søgu og søgn". Málið er at byggja upp eina væl skipaða og burðardygga ferðavinnu í oynni, sum kann styrkja búsetingina. Verkætlanin er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið og bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt virksemi við mati úr lokalari rávøru.

Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Rák (29) 5G tøkni og undirskriftinn­savning móti, at føroyingar verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G
Byggigølan á Glasi - tey eru skelka!
Hugnaløtan (47) - Gestur: Jógvan Arge
Video: Kópur etur fisk áðrenn hann fer aftur í trolið
Prát við Arna Zachariassen um burðartal
Prát við Anfinn Olsen
Ferðslutrygd 43 ár í dag
Kópur oyðir toskastovnin í New Foundlandi
Samrøða við Jacob Vestergaard um Glasir
R7 Premier League (33) - 21. jan 2019
Republikanskt CO2 sirkus á Vaglinum í Havn
"Kom á 2069!" (45) - 18. jan 2019
Barbara Holm gevst sum blaðstjóri á Sosialinum
Prát við Virgar Dalsgaard um leiklutin hjá Emil Joensen í samband við "Merkið"
Javnaðar­flokku­rin avdúkar nýtt valevni
Ronaldo játtar seg sekan
Sølu- og marknaðarleiða­rin í Miðlahúsi­num er farin í annað starv
Tíðindi klokkan 12
Desember størsta vøkstur í arbeiðsplássum í USA nakrantíð
Bárður, Jacob, Bill og Kristin vilja ikki á fund við Kristinu Háfoss
Valskráin hjá KvF
Metis - Øll sendingin - 22. januar 2018
Sri Lanka - í botnleysari skuld til Kina - setir deyðarevsing í verk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi