Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

80 ára gamal gjørt roktúr

Innanlands | 12/01-2019 16:28

Í morgun kom garvaði útróðrarmaðurin, Jack Højgaard, við báti sínum, Hellifossi, á Toftir at avreiða. Hann hevði verið suður úr Borðuni við 18 stampum og fingið umleið 5000 pund.

-Eg fór avstað í gjáramorgunin kl.05. Veðrið var gott í gjár, men tíverri slitnaði línan og eg mátti sigla til hina boyuna. Eg fekk alla línuna aftur, men tá var vindurin komin, sigur ein troyttur Jack.

-Vanliga blóðgi eg fiskin, meðan eg dragi og kryvji, meðan eg sigli inn. Men tað fór at rulla so illa í gjárkvøldið, at eg fekk ikki kruvt, meðan eg sigldi, og tí havi eg kruvt í nátt inni við land, sigur Jack.

Jack er lítillátin og nýtir hvørki tey stóru ella nógvu orðini. Tá hann varð spurdur, hvussu nógv hann hevði fingið, svaraði hann stillisliga:

-Eg havi fingið ov mikið! Kanska tað fer at tátta í 5000 pund. Eg havi góð 3000 pund á dekkinum og restin er í lastini. Harafturat er slagið sera gott, tí meginparturin er stórur toskur og restin er hýsa.-

-Eg havi nógv at takka Gudi fyri! Bæði heilsan og hugurin eru góð enn, so tað er bara at hanga í, sigur Jack takksamur.

So segði hann frá eini hending.
-Einaferð eg var á útróðri ringdi ein kona til mín um okkurt. 
-Ert tú einsamallur á útróðri? spurdi hon.
- Nei, Gud er hjá mær! svaraði eg. 
Tá spurdi konan: -Hvussu er hann at vera saman við? 
Tað var ein góður spurningur, segði Jack brosandi.

Honum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Soleiðis skrivar Føroyska Sjómansmissiónin í dag. Myndina eigur TJ-myndir

Leinkja: https://www.facebook.com/sjomansmissionin

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi