Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Karolina Matras: Tankar bundnir inn í pløgg

Innanlands, Lesarabrøv | 14/01-2019 08:59
Karolina Matras

Tað, sum eg havi lagt til merkis er, at nógvir tankar verða ”lagdir niður” í plaggið, eg bindi. Ofta eru hesir tankar tengdir at persóninum, sum eg ætli skal fáa plaggið.

Tankar bundnir inn í pløgg
 
Onkuntíð verður tikið til, at til ber at finna sín innara frið og koma í sjeynda himmal við at

binda. Hetta er kanska ov nógv avgjørt - eg kann taka undir við innara friðinum, men í sjeynda himmal eri eg ikki komin enn. Tað kundi annars verið deiligt :)

 
Kanska eri eg jarðbundin og kenni tí bert til tann friðin, sum tað at sita við stokkum gevur

mær. Tí, tá eg bindi, hugsavni eg meg um tað, eg geri, og heilin ”hugsar” miðvíst um at binda og steingir úti aðrar hugsanir.

Tað, sum eg havi lagt til merkis er, at nógvir tankar verða ”lagdir niður” í plaggið, eg bindi. Ofta eru hesir tankar tengdir at persóninum, sum eg ætli skal fáa plaggið. Um plaggið er til mín sjálvs, eru tankarnir knýttir at tankaflogi um, hvussu eg vænti, at plaggið fer at rigga og í hvørjum høpi, eg ætli at brúka plaggið. Sum oftast geri eg ”uppskriftina” sjálv – helst meðan eg bindi – so snið og litir fylla nógv í tankastreymunum. Hetta er góð venjing í at miðsavna tankarnar og gevur onga rúmd fyri neiligari hugsan. Hetta styrkir sinnið.

Loyndarmálið aftan fyri hesa sannroynd kann vera einfalda handfaringin av einum noða og gleðin av litum og eginleikum av tilfarinum saman við uppbyggingini av ”verkinum”, tú ert í holt við at skapa. Hetta gevur eina ómetaliga góða kenslu av stigvíst at røkka einum máli og skapa okkurt, sum gevur tær størsta vælhuga.

Binding umskapar sinnið, ger andadráttin spakuligari og sissar sansirnar. Tá vit binda, brúka vit okkara kreativu evni, sum eru nær knýtt at vælveru, sálarfrøðiligum smidleika og evnunum at laga til og hava í hondum ymiskt virksemi og at loysa trupulleikar, sum stinga seg upp.

 
Eins stuttligt og gevandi tað er at brúka kreativu gávur sínar og sjálvur vera í eini verkgongd at skapa eitt plagg, har ein letur tankarnar reika og leggur alt tað góða, ein hevur í sær niður í plaggið, líka stuttligt er at luta gleðina við onnur, t.d. á einum bindifestivali, sum tann, íð verður fyriskipaður í Fuglafirði fyri 5. ferð í ár.

Har er høvi at luttaka á nógvum verkstovum saman við bæði føroyingum og fólki úr øllum heiminum. Hvørt land hevur sína bindimentan, sum vit læra um, bæði við práti og gjøgnum nógvu áhugaverdu fyrilestrarnar. Dentur verður lagdur á at geva luttakarunum fullfíggjaðar bindiroyndir, har áherðsla eisini verður løgd á sosiala partin gjøgnum samveruna sum bindingin so væl gevur okkum nakað at vera saman um.

Tað skal vera hugnaligt at læra um hvønn annan gjøgnum bindingina og at læra nýggjar bindingarhættir. Eisini verður stórur dentur lagdur á hugnaliga samveru, har góður matur og drekka er við at seta sín dám á, bæði undir festivalinum um dagarnar og ikki minst um kvøldarnar. Talan er sostatt um eina heildaruppliving, har luttakararnir bæði menna seg úr

egnum sjónarhorni og sleppa at vísa tað, tey sjálvi hava havt úr at gera við at fyrireika og putlast við, t.d. at gera eitthvørt plagg liðugt, áðrenn farið varð á bindifestival - og úr einum yvirskipaðum parti saman við øðrum, har vit sleppa at vísa okkara egnu mentan samstundis sum vit síggja tað, hini hava at bjóða.

 
Góðan bindifestival.

Karolina Matras

 

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi