Uppskotið sum flent varð eftir hevði komið væl við nú
Í 14. September skrivaði ein tjóðveldismaður eitt lesarabræv við yvirskriftini: ”Galskapur Sambandsmanna”. Og kanska var hetta ikki ein so løgin yvirskrift, tí hvør kundi til dømis ímynda sær, at ein undirsjóvartunnil einaferð fór at verða gjørdur tvørtur um Skálafjørðin?
Nú verður nógv funnist at manglandi langtíðarætlanum í sambandi við, at tunlar verða gjørdir. Vit eru í ferð við at binda landið saman við undirsjóvartunlum, men hóast dagurin nærkast, tá sprongt verður ígjøgnum longsta tunnil í Føroya søgu, er framvegis ikki greiða fingin á, hvussu verður við tilkomuvegunum.
Skjótt verður sett á ein uppaftur longri undirsjóvartunnil, men har er tað ikki so frægt, at nakar veit, hvat gerast skal við grótið, sum kemur upp úr holinum. Landsstýrismaðurin við samferðslumálum hevur nevnt møguleikan at brúka grótið til flogvøll, hóast eingin kennir til nakra semju um at gera nakran flogvøll.
Í farnu viku søgdu tíðindi, at ein landsstýrismaður og ein borgarstjóri høvdu gjørt avtalu um ein tilkomuveg í Runavík, men eingir pengar eru settir av á fíggjarlógini til tann vegin, og uttan pengar verður eingin vegur gjørdur.
Søgan átti at lært okkum
Í 1985 varð ein tunnil gjørdur til Leirvíkar, men eingin hugsaði tá, at nøkur ár seinni fór ein undirsjóvartunnil at verða gjørdur frá Leirvík til Klaksvíkar. Tí bleiv Leirvíkstunnilin gjørdur soleiðis, at hann kom út tætt við ferjuleguna. Tá so undirsjóvartunnilin varð gjørdur, bleiv tað ein stór avbjóðing at fáa ferðsluna ígjøgnum bygdina í Leirvík, tí bygdin var nú komin at liggja ímillum báðar tunnilsmunnarnar.
Eingin ivi er um, at tørvur er á eini yvirskipaðari ætlan fyri samferðsluna. Landsverk hevur seinastu árini gjørt samferðsluætlanir, men hesar eru bara ætlanir, sum eingin politisk semja er um.
Ein ætlan frá 1987
Einaferð bleiv ein roynd gjørd at fáa løgtingið at samtykkja eina ætlan fyri, hvussu vegakervið í Eysturoynni skuldi útbyggjast. Tað var tann 3. mars 1987, at Jógvan Ingvard Olsen og Jóhannes Martin Olsen, vegna Sambandsflokkin, løgdu uppskot fyri tingið um hetta.
Uppskotið bleiv helst misskilt av mongum, og ikki var sørt, at flent var at tí. Fleiri hildu, at endamálið við uppskotinum var at gera allar hesar tunlarnar og vegastubbarnar alt fyri eitt.
Í 14. September skrivaði ein tjóðveldismaður eitt lesarabræv við yvirskriftini: ”Galskapur Sambandsmanna”. Og kanska var hetta ikki ein so løgin yvirskrift, tí hvør kundi til dømis ímynda sær, at ein undirsjóvartunnil einaferð fór at verða gjørdur tvørtur um Skálafjørðin? Nei hetta mátti vera ”sambands-galskapur” av onkrum slag – tað sum longu í 2020 verður veruleiki.
Í løgtinginum fekk uppskotið ikki undirtøku frá hinum flokkunum, og tað fall við einum braki.
Men aftur nú standa vit við avbjóðingini, at vit gera undirsjóvartunlar og vita ikki, hvussu ferðslan skal leiðast til og frá, og vit vita heldur ikki, hvat gerast skal við grótið.
Neyðugt er, at vit hava langtíðarætlanir á samferðsluøkinum, og at spurningurin um tilkomuvegir, grót og annað verða svaraðir áðrenn framtíðar tunlar verða gjørdir. Har hava vit nógv at læra frá uppskoti Sambandsfloksins frá 1987.
Helgi Abrahamsen
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











