Ronaldo játtar seg sekan
Fær treytaða fongsulsrevsing og skal rinda 140 mió. krónur í bót.
Fótbóltsstjørnan Cristiano Ronaldo hevur játtað seg sekan í skattasviki, í einum máli sum hevur koyrt í fleiri ár. Tað upplýsir ein talsmaður fyri rættin í Madrid, sambært tíðindastovuni Reuters.
Áðrenn rættarfundin hevði Ronaldo gjørt avtalu við sponsku skattamyndugleikarnar um at rinda 18,8 mió. evrir (umleið 140 mió. krónur) fyri írestandi skatt.
Umframt bótina fær fótbóltsstjørnan, eisini samsvarandi avtaluni við skattamyndugleikarnar, ein treytaðan fongslusdóm, og tað merkir, at hann skal ikki inn at sita.
Ronaldo sum nú býr í Italia, hevði søkt um at sleppa undan at møta í rættinum, men hetta ynski varð honum ikki eftirlíkað. Hann var tó smílandi, tá hann kom til rættarhølið, og hann gekk framvið teimum mongu tíðindafólkunum uttan at siga eitt orð.
Rættarfundurin vardi bert í fáar minuttir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur