Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

"Hitt ein serfrøðing" í Klaksvík

Innanlands | 22/01-2019 11:19

"Hitt ein serfrøðing" er eitt afturvendandi tiltak sum íverksetarahúsið og Hugskotið skipa fyri í felag.
Tiltakið er fyri øll og er eitt tilboð um stutta ókeypis ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Tiltakið verður í morgin frá kl. 15:00 til 17:00 í íverksetarahúsinum í Klaksvík.

Hesir ráðgevarar verða at hitta:

Óli Joensen er grannskoðari hjá grannskoðaravirkinum Januar. Hitt Óla til eitt ókeypis prát og hoyra nærri um tínar møguleikar innan bókhald, roknskap og grannskoðan.

Niels Uni Dam er stjóri og ráðgevi í Nudlavirkinum. Nudlavirkið hevur drúgvar royndir innan marknaðarføring og veitir samskiftisloysnir av alskyns slag. Herundir m.a. PR ráðgeving til fyritøkur, ráðgeving innan talgilda marknaðarføring og marknaðarføring á sosialu miðlunum. Hitt Niels Una til eitt ókeypis prát og hoyr nærri um tínar møguleikar innan marknaðarføring.

Frá TAKS hevur tú møguleika at hitta Eimi Fossdalsá og Elsu Reinert til eitt ókeypis prát og hoyra um tínar møguleikar at stovna virki ella rinda mvg og skatt. TAKS umsitur m.a. økir innan stovnan av virki, V-tal til fyritøkur, meiravirðisgjald og skatt av inntøkum.

Birita Sandberg Samuelsen, er advokatur hjá SÓKN Advokatum, og hevur drúvgar royndir m.a. innan íverksetarafeløg. Hitt Biritu til eitt ókeypis prát og fáa alt tað løgfrøðiliga uppá pláss.

Mathea Hilduberg starvast sum leiðari í Vinnuframa, ið hevur til endamáls at stuðla vinnuni. Hitt Matheu til eitt ókeypis prát um tínar stuðulsmøguleikar.

Vivi Egholm starvast sum ráðgevi hjá Framtak, sum ger íløgur í føroyskt vinnuliv við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur. Hitt Vivi til eitt prát um tínar møguleikar.

Frá Betri banka hevur tú møguleika at hitta Rógvi Ryggshamar kundaráðgevi á Vinnukundadeildin til eitt óbindandi prát um tínar møguleikar at søkja um lánsfígging.

Tiltakið er fyriskipað á tann hátt, at tá ið tú møtur í íverksetarahúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi