100 dagar við fyribils forsstjóra
Stórsta og sterkasta fíggjarsamtakið í Føroyum loysti forstjóran Ben Arabo úr starvi 25. november í 2018. Orsøkin til uppsøgnina vóru samstarvstrupulleikar innanhýsis í samtakinum.
Ein fráboðan til miðlarnar var send út, at Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka fyribils var sett sum forstjóri í Betri P/F.
Fráboðanin ljóðaði soleiðis: Broytingar í leiðsluni í Betri samtakinum. Á nevndarfundi í Betri P/F í gjárkvøldi avgjørdi nevndin at siga forstjóran í Betri P/F, Ben Arabo, úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er samstarvstrupulleikar innanhýsis í samtakinum.
Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er fyribils sett sum forstjóri í Betri P/F, inntil nýggjur forstjóri er funnin.
Nú 100 dagar seinni er eingin fráboðan komin, um at nyggjur forstjóri er funnin. Evy J. Jacobsen er framvegis fyribilsstjóri, tí eingin onnur fráboðan er komin um nyggjan forstjóra.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur