Fuglafjarðar Hornorkestur 50 ár
Hátíðarkonsert verður sunnudagin.
Fuglafjarðar Hornorkestur hevur sunnudagin hátíðarkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í sambandi við at orkestrið henda dagin verður 50 ár.
Tað var tann 27. januar 1969, at stovnandi fundur var hildin í skúlanum í Fuglafirði.
“Endamálið var stutt og greitt at vekja ans fyri tónleiki og spæla fyri fólki,” stendur í einum tíðindaskrivi frá hornorkestrinum.
Ein nevnd varð vald, har Arnold Abrahamsen, bleiv formaður, og hini í nevndini vóru Jørgen Andersen, Finnur Olsen, Frits Johannesen og Poul Jacob Hansen. Arnold Abrahamsen var, umframt at vera formaður, eisini dirigentur tey fyrstu árini.
Nevndin var sera virkin, tí longu í oktobur varð farið til Havnar eftir nýggju hornunum.
“Fyrstu ferð vit vita, at orkestrið spældi, var á Hellunum ein av atventsdøgunum í 1969, har jólatræið varð tendrað,” stendur í tíðindaskrivinum. Árið eftir vóru fleiri framførslur, og grundarlagið lagt undir føstu uttandurðaspælingunum. Longu í 1970 var orkestrið við á Musikkstevnuni, sum tað árið var á Glyvrum. Í 1973 skipaðu fuglfirðingar fyri stevnuni.
Hátíðarkonsertin sunnudagin byrjar klokkan 16.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur