Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Lýsing
Lýsing

Samgongan vísir dugnaloysi á fiskivinnuøkinum

Fiskivinna, Lesarabrøv | 26/01-2019 17:52

Nú, tað frættist at verandi samgonga heldur ikki megnaði at flyta ikki-fiskaðar menningarkvotur í 2018 til 2019, mugu vit staðfesta at hetta aftur vísir stórt dugnaloysi hjá sitandi samgongu og tess fiskimálaráðharra. Ovurhonds stór virðir eru tí ikki fiskaði í 2018, serliga orsaka av óneyðugum dráli frá metingarnevndini og síðani Fiskivinnuumsitingini at útskriva menningarkvoturnar síðsta ár. Hetta hevur viðført at teir nýggju aktørarnir, sum annars sluppu gjøgnum nálareygað hóast alt, ikki kláraðu at fiska teirra kvotur í 2018. Talan er um 48.000 tons av svartkjafti, 3.600 tons av makreli og 3.000 tons av sild, sum er heili 83% av menningarkvotuni í 2018, sum hesir útvaldu aktørar ikki kláraðu at fiska. 

So líkt okkara fiskimálaráðharra, so verður hendan álvarsama støða lítilsgjørd og undanførslurnar eru sum vant nógvar, so sum at møguliga kunnu nýggju aktørarnir seinni søkja um at fáa ikki-fiskaða 2018-kvotu flutta til 2019. Livst so spyrst. Men eitt er greitt, og tað er at fiskastovnar bíða ikki eftir fiskivinnuumsitingini ella øðrum, men liva sítt egna lív í havumhvørvinum. Tí er tað so vanlukkuligt at hendan kvotan ikki kundi fiskast í 2018 ella nú beint eftir árskiftið. Avleiðingarnar av hesum dugnaloysi eru ovurhonds stórar fyri okkara høvuðsvinnu, og ikki minst fyri teir nýggju aktørarnar, sum longu møguliga hava havt fíggjarligt tap av hesum ikki-fiskaðu kvotum í 2018. Teir nýggju aktørarnir hava hóast alt longu mist fleiri 100 tals milliónir í avreiðingarvirði, framleiðsluvirði og útflutningi av ikki-fiskaðum kvotum í 2018, sum nú eru falnar burtur.

Hvør minnist ikki hvussu Tjóðveldi upp undir síðsta val í helst væl vandum, og gjøgnumhugsaðum vendingum fortaldi føroya fólki, hvussu ræðuligt tað var at nøkur fá í fiskivinnuni høvdu ein “yvirnormalan vinning” i nøkur ár, sum var so skaðiligt at hetta mátti steðgast beinanvegin. Onnur ávaraðu hinvegin um ikki at gera okkara høvuðsvinnu til eitt eksperiment hjá nøkrum teoretiskt lærdum og vinstravendum politikkarum, tí so vildi okkara høvuðsvinna so ella so fara at líða undir hesum í framtíðini. Tíverri hava hesi seinnu fingið rætt, tí at okkara høvuðsvinna hevur neyvan nakrantíð havt so ógreiðar og ótryggar karmar, sum undir sitandi samgongu.

Hetta kann nú síggjast í mistum virðum fyri 100 tals milliónir, sum dugnalig og váðafús vinnulívsfólk í okkara høvuðsvinnu, sum fingu menningarkvotu, ikki sluppu at fiska í 2018, men sambært okkara fiskimálaráðharra nú aftur skulu søkja um og møguliga seinni kunnu fiska í 2019.

Um handalagið hjá verandi samgongu og tess fiskimálaráðharra var betri, vórðu hesar menningarkvotur útskrivaðar fyrr uppá árið, soleiðis at hesar eisini kundu fiskast liðnar í 2018. Hetta er onki annað enn dugnaloysi og drál frá politiskari síðu, sum nú er staðfest sum mistar inntøkur og helst eisini tap hjá fleiri av nýggju aktørunum sum fingu menningarkotu. Men onki sær út til at fáa avleiðingar hjá hesi samgongu- í hvussu so er, ikki fyrr enn tað sansar alvorligani at -og tí vil samgongan ella fiskimálaráðharrin neyvanstaðfesta at hetta kundi verið gjørt nógv betri frá teirra síðu.

Mín vón er, at vit eftir næsta val aftur fáa eina borgarliga samgongu, sum hevur virðing fyri okkara vinnulívsfólki og ikki minst okkara høvuðsvinnu.

Tað er neyðugt at broyta fisikivinnunýskipanarpolitikkin hjá verandi samgongu, soleiðis at álit aftur er frá fiskivinnuni og øllum teimum aktørum, sum hava verið ímóti verandi skipan. Fiskivinnan hevur ikki brúk fyri fleiri eksperimentum, men hevur brúk fyri stabiliteti frameftir.

Men hetta setur eisini stór krøv til teir borgarligu flokkarnar og teirra politikk eftir næsta val. Tað er neyðugt at hesir flokkar áðrenn valið eru greiðir í sínum politikki á fiskivinnuøkinum, soleiðis at tær broytingar, sum mungu gerast í fiskivinnunýskipanini hjá verandi samgongu, verða breiðar og varandi semjur. Eisini er alneyðugt at tað aftur verður lurtað eftir okkara fiskivinnu og øðrum aktørunum rundan um vinnuna, soleiðis at hesir verða tiknir við uppá ráð, tá framtíðar fiskivinnupolitikkurin og tess karmar skulu broytast. Hetta má verða til frama fyri Føroyar, føroyska fólki og fiskivinnuna í framtíðini, soleiðis at álit aftur verður á politisku skipanina.

Birgir Nielsen
búskaparfrøðingur

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Flokkar­nir senda hesi fólk á valfundin í Løkshøll í kvøld
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Tobbi er greiður
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Myndarøð: politikarar hittust á Sjómanna­deg­num
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Nýggjastu tíðindi