Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroya Arbeiðsgevarafelag finst hvassliga at uppskotinum um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum

Innanlands, Politikkur, Vinnulív | 29/01-2019 10:50

Felagið tekur undir við, at Føroyar fáa eina slíka lóg, men verandi uppskot kann ikki brúkast.

“Tað er stutt sagt undir alt lágmark, at ein lóg við so beinleiðis ávirkan á arbeiðsmarknaðinum ikki verður ordiliga gjøgnumarbeidd og skipað saman við øðrum lógum, reglum og stovnum, sum ávirka føroyska arbeiðsmarknaðin.” Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í einum hvassoraðum hoyringssvari til uppskotið um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Landsstýrið sendi uppskotið til hoyringar tann 17. januar við hoyringsfreist til á middegi tann 25. januar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger vart við at hoyringsfreistin var bara ein vika, og tað er vanliga trupult at koma við einum gjølla orðaðum hoyringssvari við so suttari freist.

“Tá so talan er um eitt lógaruppskot, sum er so umfatandi í innihaldi, og har so nógv ivamál framhaldandi eru, er nærmast ógjørligt at koma við einum hoyringssvari, sum er nøktandi,” sigur felagið.

Felagið sigur, at júst orsakað av at hetta lógaruppskotið brýtur upp úr nýggjum og hevur ávirkan á nógv ymisk viðurskifti – praktisk og løgfrøðilig – varð ein fylgibólkur settur í sambandi við, at lógaruppskotið skuldi tilevnast. Fylgibólkurin hevði ein fund, har innleiðandi kjak var um ymisk viðurskifti, og síðani hoyrdist einki aftur fyrrenn nú, lógaruppskotið við miklum skundi skal leggjast fyri Løgtingið.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at hóast rættast hevði verið at nokta at gjørt ítøkiligar viðmerkingar til uppskotið, hevur felagið kortini gjørt viðmerkingar til tvey av punktunum, har tey serliga hava atfinningar og ivamál.

Tey vísa millum annað á, at uppskotið er beinleiðis umsett úr danskari lóg, hóast føroysku og donsku reglurnar á økinum ikki kunnu samanberast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tað eigur at verða tikið støða til og hond um henda trupulleikan, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Tingið.

“Og tá eru vit ikki komin inn á tær óneyðugu umsitingarligu og fíggjarligu byrðar, sum standast av enn einum klagustovni,” sigur felagið.

Samanumtikið sigur felagið, at tað stutta av tí langa er, at lógaruppskotið er ikki nógv væl fyrireikað í mun til tær skipanir, sum føroyski arbeiðsmarknaðurin longu virkar undir.

Felagið leggur tó dent á, at tey eru ikki ímóti, at Føroyar fáa eina lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, og felagið er framhaldandi sinnað at luttaka í einum fylgibólki, sum skal gera eina væl orðaða og samanhangandi lóg.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tó staðiliga frá at leggja eina lóg um hesi viðurskifti fyri Tingið, uttan at hon er nógv betur gjøgnumarbeitt, og soleiðis hongur saman við føroyskum arbeiðsmarknaðarreglum annars.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi