Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

KvF fagnar, at Kuba síðan 1959 hevur dripið 80.000 og fongslað 500.000 fólk

Andøvsløtan | 03/02-2019 19:30

Um ársskiftið fyri 60 árum tók eitt kommunistisk brotslið við brøðrunum Fidel og Raul Castro og teirra argentinska skutilsveini Che Guevara á odda valdið á Kuba. Teir koyrdu inn í Havana undir fagnaði, tí búllin, ið hevði rátt á oynni farnu 8 árini, Fulgencio Batista, var rýmdur. Fáur saknar fúta deyða.

Fyrst gingu Castro-menn á ideologiskum kettulabbum í óvissu, um USA fór at loyva kommunistiskari valdstøku á oynni. Men USA saknaði ikki Batista. 3 ár seinni høvdu Castro-menn fylt Kuba við KGB-monnum. Tey 6 fongslini hjá Batista á Kuba vóru økt í tali upp í 30-40 (“dozens” HRW) og fylt tey við and-støðingum, ið hugsaðu øðrvísi ella royndu at verja sínar ognir móti tjóðartøku.

Sovjet hevði sent 1000-tals hermenn til og sett 150 atomrakettir upp á Kuba. John F. Kennedy forseti sveik kubansku uppreistrarmenninar í landgonguni í Svínavíkini. Kuba-kreppan endaði við, at NATO tók 3.000 Jupiter atomrakettir niður í Turkalandi og Italia afturfyri, at Sovjet tók 150 atommissil av Kuba.

Sovjetiski einaræðisharrin Krutschev øtast í endurminningum sínum, at Fidel og Che kravdu, at Sovjet brendi allar stórbýir í USA við kjarnorkurakettum.

Túsundtals kubanar vórðu avrættaðir longu áðrenn Kuba-kreppuna í 1962. Lesið ársritini hjá Human Rights Watch ella endurminningar hjá t.d. Maritza Lugo Fernandez, ið saman við 5 øðrum kvinnum sat í einum 3 x 4 m kliva, 160 cm høgur, át spiltan greytmat, svav á teppum á gólvinum, gjørdi burtur av sær niður í eitt hol í einum horni, har kakerlakkar og rottur tustu úr og í, serliga kaldar vetrarnætur, og skorpnað skarn og blóð dekkaðu leggirnar.

Sovjet mátti halda kubanska búskapinum uppi við at keypa alla sukurgrøðina fyri okursprís. Castro-menn góvust tíðliga at handla úteftir. Eingin vildi keypa.

Che var so blóðtystur, at hann setti stórt vindeyga í skrivstovumúrin hjá sær í La Cubana borgini, so hann kundi síggja avrættingarnar av andstøðingum í tá turru voldgrøvini niðanfyri. Tá herindi komu á hann, skjeyt ræðuskíturin sjálvur við revolvara steyrabundnar fangar, so blóðið sprændi úr høvdinum. Hesar devlar fagna Frans pávi, Obama og bláoygd ella hálvbýtt KvF-fólk enn í dag.

Hugsa sær til, at KvF kann hava tímalangar sendingar um eitt tilafturskomið marxistiskt lúshundabøli uttan at nevna orðini kommunismu ella sosialismu.

Síðan dustfátæka Sovjet fór til heljar, hevur oljuríka sosialistiska ravnabølið Venezuela  latið Kuba ókeypis olju við sama virði sum sovjetiska sukurgjaldið.

Síðan 1959 eru uml 80.000 fólk avrættað á Kuba ella í kubanskum sjógvi (á veg til Florida (har 2 mió kubanar búgva), og 500.000 fólk hava sitið fongslað. Hurrá fyri gomlum amerikanskum bilvrakum og skvaldrandi jazz-tónleikarum.

Obama og Raul Castro sosialistiskir høvdingar hittust og avráddu í Havana, at 25.000 útvaldir kubanskir pamparar kundu vitja Florida í senn. Allir fáa amerikanska kontanthjálp, ið verður flutt til Kuba, har brotsyndikatið fær 90% av sosialhjálpini, og tey útvaldu fáa 10% í sín lut, t.e. eina mánarløn á Kuba.

Kuba livir ikki av útflutningsframleiðslu, tí sosialisma framleiðir einki, og eingin keypir sosialistiskt framleiddar vørur. (NorKor útflytir bert kol til Kina og Sovjet-Rusland olju, gass, kol og timbur til Evropa ella til, ið keypa rávørur).

Men sólin skínur á Kuba, so vesturlendsk ferðafólk (rík sammett við kubanar) vitja og gjalda okursprísir til ein dollarbúskap, ið er bannaður kubanum. Bert pamparar eiga egin hús, og heimavinna er bannað uttan stakkalastás og ein bananir á torginum (við serligum handilsloyvi til partílýdnar pamparar).

Ein klútadukka er sett sum eftirmaður Castro-brøðranna, Miguel Diaz-Canel, men veruligi valdsharrin er sonur Raul, Alejandro Castro-Espin, útbúgvin KGB -oberstur, sum herfyri brølaði á fundi: “Kuba vendir aldri aftur til kapitalismu!” Hvør mafiabossur hevði latið marknarbúskap órógva sítt privata business?

ST hevur aftur fordømt USA fyri at “handilsboykotta” Kuba. Castro-juntan ognartók amerikanskar íløgur í 1960 fyri $ 7 mia (x 10-falt til virði í dag) og sosialiseraði fleirfalt tað virði frá vanligum kubanum og teirra vinnulívi.

Hví skal USA gera íløgur á Kuba? Castro-Espin mafian stjelur hvørt oyra. Spania hevur aftur mist $ 1,9 mia (10 mia kr) nýliga, Mexico $ 500 mió (= 4 mia kr), Frakland $ 150 mió (= 1 mia kr), og Putin hevur júst avskrivað gamla kubanska skuld til Ruslands, $ 30 mia (= 200 mia kr). Alt sosialistiskur stuldur   

“Bert lúsin útlendsk er, so søtan sviða hon ger”, søgdu tey gomlu. Í dag kundu vit sagt: “Bert lúsin sosialistisk er, so søtan sviða hon er. Tað sigur KvF og flestu heimsins (vinstrahallu 80%) miðlar. Sosialisman er størsta lygn, ið enn pínir helming av heimsins íbúgvum við stuðli frá vesturlendskum politikarum, akademikarum og tíðindafólki, ið aldri sjálvi vildu liva undir marxismu.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi