Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Thormund Johannesen: Burðardygd er nýggja mantraið

Innanlands, Lesarabrøv, Vinnulív | 04/02-2019 14:00
Thormund Johannesen Skipsførari, skipsverkfrøðingur M.Sc.

Spakuliga er tað við at ganga upp fyri okkum, hóast ávaringar í áratíggju, at klótan, vit liva á, líðir alt meira undir tí viðferð, vit geva henni.

Hetta er galdandi á so nógvum økjum, og fiskiskapur, okkara høvuðsvinna, er eisini nakað, sum umheimurin hyggur
eftir við alt meira atfinningarsomum eygum.

Millum ung fólk um allan heim er ein rørsla, við krøvum um burðardygd, við at taka seg upp. Og tað er væl skiljandi, tí
tað er jú tann heimur, íð tey skulu búleikast í, sum vit, við ótamdari girnd eftir alsamt vaksandi vælferð, eru við at
oyðileggja.

Slíkar grasrótarørslur mugu takast í álvara, tí tær vaksa og vera skjótt meiningarskapandi fyri allan heimin.
Stóru mótaskapararnir, sum ár eftir ár fáa okkum øll, ung sum eldri, at tillaga okkara klædnamóta, hava longu lisið
rákið, og nýggi klædnamótin fyri 2019 eitur burðardygd.

Okkara fiskivinnuskipan má tí, um vit vilja tað ella ei, vera í tráð við tað, sum umheimurin metur sum burðardygt.
Vit menniskju eru hvør sær ikki serfrøðingar á øllum økjum, og tí er almenna kravið, at tær skipanir, sum eru galdandi
í okkara fiskivinnu, eru í tráð við tað, sum serfrøðin tilmælir.

Vit kunnu kjakast, sum vit vilja, hvørt ein dagaskipan ella ein kvotaskipan er best egnað til okkara heimaleiðir. Men
vera stovnarnir ikki nøktandi røktir, sambært óheftu serfrøðini (les Havstovuni og ICES), so vil sterki umheimurin,
sum keypir okkara fiskavørur og harvið rindar fiskimanninum sína hýru, krevja, at vit makka rætt og fylgja
tilmælunum frá serfrøðini.

Fiskivinnan heldur uppá, at fiskidagaskipanin er sjálvstillandi. Tí, tá ið lítið er til av fiski, verða ikki allir dagarnir
brúktir, og tá ið nógv er at fáa, verða óbrúktu dagarnir aftur aktiveraðir.
Men hvør er tað tá, ið stýrir veiðutrýstinum? Er tað ikki vinnan sjálv, og er tað ikki tað, mann kallar fyri, at seta revin
at ansa gæsnum?
Havstovan, serfrøðin, mælir til, at allir óbrúktir dagar verða tiknir úr skipanini, og síðani skal restin skerjast 30%.
Skulu vit framhaldandi hava eina fiskidagaskipan, verður kravið uttanífrá, at fit fylgja tilmælinum hjá serfrøðini. Og
tað vil so siga, at fiskidagarnir, her og nú, skulu skerjast væl meira enn niður í helvt. Einasti møguleikin fyri líkinda
rakstri verður tá, at koyra fleiri skip úr flotanum, til tess at tey, sum eftir eru, kunna hava eitt nøktandi dagatal.

Men hvat so, um stovnarnir síðani mennast upp á støddir, har teir onkuntíð áður hava verið, og Havstovan mælir til
at tvífalda dagarnar. Verður tað tá ikki trupult hjá skipum, at brúka einar 4- til 500 dagar í part um árið?
Nei, onki er fiskidagaskipani sjálvstillandi, um tilmælini frá serfrøðini skulu fylgjast, og tað verða við noydd til at gera,
um vit vilja tað ella ei.
Fiskadagaskipanin vendir annars beint øvugt í mun til tær reglur, sum mann vanliga heldur skulu galda fyri slíka
tilfeingisvinnu.

Fiskivinnan vil sjálv sleppa at stilla veiðitrýstið, við at brúka færri og fleiri dagar, í mun til hvussu fiskiskapurin er.
Men fiskivinnan letur politikararnar gera av, hvussu flotin er samansettur, hvussu stór skipini eru, hvussu stórir
motorarnir á trolarum eru og so framvegis.
Tað átti at verið øvugt, at politikararnir, sambært tilráðing frá serfrøðini, ásettu veiðitrýstið, meðan fiskivinnan sjálv
skipaði fiskiflotan.

Støðan er helst tann, at vit enn ikki hava lært at skipa okkum, síðani fríður fiskiskapur helt uppat, tá ið fiskimarkini
blivu flutt út í sjeytiárunum og stovnsrøkt bleiv sett á skrá.
Løgið nokk, so hava aðrar tjóðir uttan um okkum langt síðani funnið út av tí, og vit fiska uttan trupulleikar á teirra
økjum undir kvotuskipanum, og enntá eisini inni hjá okkum sjálvum eftir felags uppsjóvarstovnum.

Burðardygd sambært serfrøðini er kravið, sum vit ikki sleppa undan, um vit vilja tað ella ei.
Vit kunnu treiskast, men hvør, ið vinnur, sum frá líðir, er onki at ivast í. “So if you cannot beat them join them”.

Thormund Johannesen
Skipsførari, skipsverkfrøðingur M.Sc.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi