Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

SEV: Rúm er fyri bæði almennum og privatum í føroysku elskipanini

Innanlands, Vinnulív | 04/02-2019 15:59

Ein kanning av møguleikanum at skilja sundur elnetið og elframleiðsluna, sum Dansk Energi hevur gjørt, mælir m.a. til, at nýggj elframleiðsla verður boðin út í kapping, har onnur áhugað enn SEV kunnu fáa fyrimun, men at SEV framhaldandi hevur leiklutin at tryggja støðufestið í elskipanini.

Bæði SEV og privatir framleiðarar kunnu hava sín týðandi leiklut í framtíðar elskipanini í Føroyum. Tað sæst í eini kanning, sum serfrøðingar hjá Dansk Energi hava gjørt fyri SEV av møguleikunum at skilja elframleiðsluna og elnetið í Føroyum sundur.

Í kanningini verður víst á, at nýggj elframleiðsla innan t.d. vind, sól og sjóvarfall kann verða boðin út í kapping, har orkumyndugleikin velur lægsta tilboðið samsvarandi útbjóðingartreytunum. Orkumyndugleikin skal tó kunna velja SEV frá í útboðnum, um myndugleikin metir, at kappingin hevur verið nøktandi millum hinar partarnar, sum bjóða.

Kjarnuveitingarnar liggja best hjá SEV

Tá talan er um kjarnuveitingar, sum er tann parturin av elskipanini, ið áhaldandi tryggjar støðufestið og veitingartrygdina í elskipanini, vísa serfrøðingarnir á, at tað er skilabest, at SEV umsitur hendan partin.

Kjarnuveitingarnar snúgva seg í stuttum um, at oljuverkini, stóru vatngoymslurnar og vatnorkuverkini hjá SEV alla tíðina halda elskipanini í eini nøktandi javnvág, sum einhvørja tíð kann hava bæði minni og størri leiklut í elframleiðsluni, alt eftir hvussu tað gongst at fáa elorku til høldar frá t.d. vindmyllum, sólskipanum og sjóvarfalli. Ein framtíðar pumpuskipan og elnetið eru eisini partar av kjarnuveitingunum í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa elorku ígjøgnum kaðalsamband við grannalondini.

SEV eigur longu stóru vatngoymslurnar og oljuriknu verkini, og tað er høvuðsorsøkin til, at serfrøðingarnir hjá Dansk Energi mæla til, at SEV hevur kjarnuveitingarnar um hendi. Kjarnuveitingarnar eru beinleiðis tengdar at møguleikanum at goyma orku sum t.d. í stórum vatnbyrgingum og í oljutangum, har oljan tó so líðandi skal niðurlagast í elframleiðsluni, so hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar inn í elskipanina. Tá elframleiðslan verður 100 prosent grøn, verða tað fyrst og fremst vatngoymslurnar, pumpuskipanir og møguliga battarískipanir, sum skulu tryggja støðufestið í elskipanini, meðan oljan verður tiltakstrygd.  

Dansk Energi hevur gjørt kanningina eftir áheitan frá SEV, ið framanundan hevði kunnað orkumyndugleikan um arbeiðssetningin, og sum eisini hevur lagt niðurstøðuna fram fyri myndugleikarnar.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi