Fólkavøksturin byrjaði undir undanfarnu samgongu
Sambært Hagstovuni byrjaði fólkatalið spakuliga at vaksa í 2013, og ferð kom á vøksturin í 2014.
”Til seinasta løgtingsval hevði Javnaðarflokkurin sum aðalmál at betra um trivnaðin í Føroyum. Vit vildu venda fráflyting til tilflyting...” Soleiðis byrjar teksturin í eini lýsing, sum Javnaðarflokkurin sendi í miðlarnar undan jólum.
Nevnd vórðu nøkur átøk, sum flokkurin hevði gjørt fyri at venda gongdini - og eitt, tvey, trý, so vaks fólkatalið. Meðan vit høvdu nettofráflyting undir undanfarnu samgongu á næstan 700 fólk (sum svarar til fólkatalið á Skála), so kundi Javnaðarflokkurin nú vísa á, at hendan samgongan hevði havt nettotilflyting á 1.811 fólk (sum svarar til fólkatalið í Sunda kommunu).
”Eina Sunda kommunu afturat - ella eitt Skála minni. Tað er munurin,” skrivaði Javnaðarflokkurin.
Veruligu tølini siga nakað annað
Eg havi einki ímóti at politiskir flokkar royna at vera skemtiligir, men onkuntíð kann tað blíva í so pínligt.
At billa sær inn, at fólk í hópatali vilja flyta til Føroya og seta fleiri børn í verðina, bara tí at Aksel V. Johannesen nú er løgmaður, er at fara í so lætt um sannleikan.
Tølini fyri fráflyting, tilflyting og burðaravlop eru øll at finna á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya. Har stendur svart uppá hvítt, at fólkatalið í Føroyum byrjaði spakuliga at vaksa í 2013, og ferð kom á vøksturin í 2014. Tí var ikki neyðugt hjá sitandi samgongu at venda fráflyting til tilflyting. Tann gongdin var longu vend, áðrenn tey tóku við landsins leiðslu.
So míni ráð til Javnaðarflokkin skulu vera: Verið endiliga skemtilig – men brúki røtt tøl.
Helgi Abrahamsen
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











