Kanska kemur kavin skjótt aftur
Veðrið frá DMI
Veðurlagið:
Eitt djúpt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi, flytur seg spakuliga eystureftir, meðan tað grynnist. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við vindi og regni fór framvið Føroyum í nátt. Eitt nýtt lágtrýst tekur seg upp í ein landnyrðing úr Føroyum og ein tilhoyrandi kuldabrúgv fer framvið Føroyum fyrrapartin í morgin. Seinni fáa vit eitt sindur kaldari vind av landnyrðingi.
Veðurvánirnar:
Gul til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum spakuliga minkar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Tað verða einstøk æl, men eisini sólglottar av og á. Hitin fer at liggja millum 3 og 7 stig. Í nátt verður lot til gul av útsynningi, 2 til 5 m/s. Tað verður lutvíst klárt veður, men eisini einstøk æl. Hitin í nátt fer at liggja millum frostmarkið og 5 hitastig.
Veðrið í morgin:
Lot til gul av útsynningi, 2 til 5 m/s, sum út á dagin snarar í landnyrðing og eystan, og vindurin veksur uppí gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Út á náttina verður andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst á degnum verða einstøk æl og sólglottar, men seinni verður skýggjað fyri tað mesta við regni ella ælaveðri. Hitin fer at liggja millum 2 og 6 stig, men onkrastaðni kann hann koma niður ímóti frostmarkinum
Veðrið fríggjadagin:
Andøvsgul til strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, ið sum frá líður veksur til frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s, og ættin snarar í norðan. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og ælaveður, sum kann vera sum vátaslettingur. Hitin fer alt samdøgrið at ligga millum 1 og 5 stig.
Veðrið leygardagin:
Frískur vindur til hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Fyrst verður skýggjað fyri tað mesta við regn- ella vátaslettingsælum, men sum frá líður verður klárari og skiftandi skýloft, men eisini einstøk kavaæl. Hitin um dagin fer at liggja millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig.
Veðrið sunnudagin:
Frískur vindur til hvassan vind av landnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, ið sum frá líður snarar í útnyrðing, og vindurin minkar niður í andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst verða sólglottar, men út á dagin verður skýggjað og eitt skifti kavi. Út á náttina verður nakað klárari. Hitin um dagin fer at liggja millum frostmarkið og 3 stig, men um náttina verður kaldari - millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Og veðrið mánadagin:
Andøvsgul til strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga minkar nakað. Tað verður skiftandi skýloft og kavaæl. Tað verður kalt - frá beint omanfyri frostmarkinum til minus 5 stig.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











