Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Sjúrður Skaale: Javnaðarpolitikkur krevur fíggjarliga ábyrgd

Innanlands | 06/02-2019 14:00

At vit ansa væl eftir skattakrónunum er fortreytin fyri stuðulin til samhaldsfasta samfelagið. Svar til grein á R7

Sjúrður Skaale
Í sambandi við um málið um Sonju og Tjóðveldi hevur R7 trivið í eina grein, sum Annita á Fríðriksmørk skrivaði, tá eg fór upp í Javnaðarflokkin í 2011.

Har fekk hon tað til, at eg, áðrenn eg fór uppí Javnaðarflokkin, tók undir við flatskattinum hjá Fólkaflokkinum. Hon bygdi tað á eina røðu, sum eg helt, tá eg var leysgangari á Løgtingi. Tá segði eg m.a. hetta: Venda vit okkum til tann privata geiran, so er skattatrýstið hjá teimum, sum har eru, sera stórt. 


Tann, sum selur eina vøru ella tænastu á privata marknaðinum, og skapar virði fyri t.d. 1.000 krónur, hann skal fyrst rinda fyri sínar útreiðslur, síðani 25% í MVG og síðani inntøkuskatt av restini. Tá hann so keypir fyri tað, hann tá hevur eftir, rindar hann eisini MVG av tí. Ein sera stórur partur av tí virði, persónurin skapar, endar altso í landskassanum.

Tá eg havi havt fast starv, havi eg ikki hugsað so nógv um tað. Tú fært tína “nettoløn" og skatturin er farin av, áðrenn tú sært pengarnar. Men eg havi eisini havt egið virki – og tá tú stendur við 1.000 krónum, sum tú hevur forvunnið, í
hondini, og síðani skalt rinda eini 700 av teimum til landskassan, tá spyrt tú teg sjálvan, um tað er rímiligt. Tú spyrt teg sjálvan, hvussu nógv tú skalt leggja fyri. Hvussu nógv tú skalt tíma at arbeiða.

Og tú spyrt fyrst og fremst teg sjálvan, hvat pengarnir fara til. Eg veit – bæði frá mær sjálvum og øðrum – at eitt høgt skattatrýst hevur negativa ávirkan á arbeiðshugin. Serliga tá tú kennir dømi um, at skattakrónur verða illa brúktar.
Eg veit eisini – og tað vita øll tingfólk – at svarta arbeiðið er nógv í Føroyum. Tað kann ikki góðtakast - men vit mugu gera okkum greitt, at incitamentið til at arbeiða svart í Føroyum er stórt. Tá tú fært 60-70 % meira í tín part, um tú ikki gevur inntøkuna upp – so er freistingin altso stór. Og veitst tú, at nakrar av hesum krónum verða oyðslaðar burtur, verður hon nógv størri.Ansa eftir skattakrónum


Hetta hildu fleiri ikki vera serliga vinstravent, og tí bleiv gitt, at eg var á veg upp í Fólkaflokkin. Men hetta snúði seg fyrst og fremst um, at vit skulu ansa væl eftir teimum pengum, vit krevja inn frá fólki, so vit ikki taka meira inn enn neyðugt. Og tað er sanniliga javnaðarpolitikkur. 


Javnaðarflokkurin, sum ber vælferðarsamfelagið í sínum skjøldri, skal eftir mínum tykki ansa betur eftir skatta-krónunum enn nakar annar. Vit hava eina avtalu við veljararnar um, at vit taka nógvar pengar frá teimum - men at vit afturfyri brúka teir skilagott og við ábyrgd.

Í teirri løtu, alment oyðsl hevur við sær, at ov nógv verður kravt inn, verður hendan avtalan brotin, og fólk missa hugin at rinda skatt. So velja tey høgravendar flokkar - og so kann vælferðarsamfelagið detta sundur. Í 2011, tá eg helt hesa talu, var skattatrýstið óneyðuga høgt í Føroyum. Avtalan var brotin. 


Fólkaflokkurin vann sama ár valið við lyftinum um flatskattin - men Javnaðarflokkurin lovaði eisini fólki skattalætta tá. Munurin var bara, at Javnaðarflokkurin vildi lætta um hjá vanligum fólki, og lyftini vóru fíggjað. Fólkaflokkurin vildi lætta um hjá teimum ríkastu - og lyftini vóru ikki fíggjað.


Javnaðarflokkurin hevði tá fleiri uppskot um, at vit skuldu taka skattin inn fleiri aðrar vegir, so skatturin á arbeiði kundi lækkað. - Júst við teirri grundgeving, at nógvur skattur á arbeiði bæði ávirkar hugin at arbeiða og kann freistað fólk til at arbeiða svart. Hetta var í fullum samsvari við tað, eg segði í umrøddu røðu.

Pengar hjá øðrum
Vit mugu ikki gloyma, at endamálið hjá sosialdemokratum ikki bara er at hava ein sterkan almennan sektor, men eisini ein sterkan privatan sektor. Kapitalisman blómar í øllum norðurlondum, sum eru skipað av javnaðarflokkum. Munurin millum høgra og vinstra er, at í høgrastýrdum londum er kapitalisman sum ein villur hestur, ið rennur júst hagar, hann vil, og bara gagnar teimum, sum eiga hann.

Í sosialdemokratiskum londum stýra vit hestinum soleiðis, at hansara arbeiði gagnar øllum. "Og da har i rigdom vi drevet det vidt - når få har for meget og færre for lidt". Soleiðis yrkir Grundtvig. Hetta slagið av felags ríkidømi er Javnaðarfloksins mál, og tí málinum náa vit millum annað við lutfalsliga høgum skatti.


Men at skatturin eisini kann gerast ov høgur, halda ikki bara nútíðar javnaðarmenn. Triðja ørindi í donsku útgávuni av sosialistiska stríðssanginum "Internationala" byrjar soleiðis: "Vi knuges under stat og love, vi flås af skattens skarpe klo." At lækka skattin á arbeiði var eitt sosialistiskt mál!


Síðani Internationali varð skrivaður, er skatturin hækkaður nógv. Men tað hevur verið góðtikið, tí pengarnir fyri tað allar mesta eru væl brúktir. Og fólk rinda fegin, tá endamálið er eitt trygt samfelag, har øll eru við. Men vit politikarar - serliga javnaðarpolitikarar - mugu aldrin gloyma, at tað eru pengar hjá øðrum, vit arbeiða við. Og vit mugu aldrin taka meira frá fólki, enn neyðugt.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi