Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Bretska NHS fylti 70 ár herfyri og er líka spert fíggjarliga sum altíð

Andøvsløtan | 10/02-2019 17:30

Bretar hava frá byrjan elskað sítt almenna heilsuverk, NHS, ið fylti 70 herfyri og so dánt klárar at hava nasagluggarnar yvir vatnskorpuni. Í fjør søgdu 40.000 starvsfólk upp, og bert 30.000 komu aftur í starv. Har ríður um røðina.

Bretland, tey anglo-saxisku og flestu lond í Vesturevropa, t.m. Norðurlond hava skattfíggjað heilsuverk, ið kosta 7-9% av BTÚ (eins og tað føroyska).

Vit føroyingar eru líka góðir við okkara heilsuverk sum bretar, men eisini vit kjakast – eins og bretar við sítt 70 ára hald  – hvat kundi verið betri.

The Times skrivaði herfyri um tær heilt náttúrligu og sjálvsøgdu orsøkirnar til, at tað kann taka tíð at sleppa framat til aðra enn bráneyðugari viðgerð í NHS.

The Times greiðir frá, at ein og hvør “ókeypis” (sum skal gjaldast) almenn tænasta er meiri eftirspurd, enn hennara lógarfesta fígging klárar at nøkta. Ein kundi ímynda sær, at onkur beyð øllum bygdarfólkinum til “ókeypis” sjálvtøkuborð í bygdarhúsinum. Tá var skjótt ikki bitin eftir, men long bíðirøð.

Ein sokallað “ókeypis” almenn tænasta hevur óavmarkaðan eftirspurning, og einasti máti at forða henni í at spreingja allar karmar er at gera tað truplari hjá landsins íbúgvum, meiri ella minni frískum/sjúkum, at sleppa til viðgerð.

Altso má eftirspurningurin stýrast og avmarkast. Nakrir norðurlendskir grannar avmarka við(100 kr gjaldi (=1/3 bingokvøld) fyri at vitja kommunulæknan. Tað hevði spart dønum 4,5 mia kr árliga (= 45 mió kr meiri til heilsu í Føroyum), mest tí fólk høvdu útsett læknaviðtal fyri smáting, til tey føldu seg frísk.

The Times vísir á, at tað hjálpti einki, at Labour-stjórnin 1997-2010 stuðlaði við nøkrum £ 10 mia eyka, tí tað frættist, at nú var skjótari at sleppa til. Straks vaks gravgangurin eftir heilsurøkt meir enn eyka játtanin, og so var líka galið.

The Times helt, at hóast Theresa May gav NHS 4% hægri eykajáttan í gávu komandi árini oman á ta ætlaðu hækkingina, ger tað ongan mun, sum frá líður, tí at bíðirøðirnar leingjast hvørja ferð í júst sama mun, játtanin hækkar.

Hesar náttúrulógir virka uttan mun til royndir manna at sleppa undan teimum. Bretska blaðið hevur ta niðurstøðu, at almenna bretska heilsuverkið virkar stak væl og økonomiskt: “Bretar fáa eitt 2. floks heilsuverk fyri 3. floks prís.” Kennir onkur føroyingur seg aftur í somu støðu, tá um heilsuverk ræður?

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi