Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár
Tað verða heldur jødar enn muslimar, ið finna lekidóm fyri krabbamein, tí jødar hava vunnið 194 Nobel-virðislønir og muslimar (100 ferðir fleiri) bert 9.
Í farnu viku boðaði Jerusalem Post og Forbes Mag frá, at AEBi, ein rannsóknarstova í Ísrael, væntar at kunna finna bíligan heilivág, ið lekir allar krabbasjúkur. Heilivágurin er “peptidur”, t.e. gjørdur til hvønn sjúkling sær.
Tá bæði Jerusalem Post og Forbes Mag bera hesi tíðindi á øllum sylindarum, kundi ein vænta, at hald er hesum gleðiboðum. Men fáar dagar seinni bóru somu og aðrir miðlar tíðindi um, at sensatiónin úr Ísrael ikki hevur økt hugin hjá altjóða íleggjarum fyri at gera íløgur í AEBi og tess undurheilivág.
Kanska skuldu vit tikið tíðindini við nøkrum saltkornum, og tó vóna tað besta.
Nevndi jødar og muslimar í áðni. Eitt vita vit: Muslimar vísa einki takksemi móti jødum fyri tey 100-tals sløg av heilivági, jødar hava uppfunnið higartil, sum eisini hava bjargað ótaldum muslimskum mannalívum. Tí høvdu islamar hatað Ísrael meiri enn nakrantíð, um jødar funnu lekidóm fyri allan krabba.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur