Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu
Ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban er ein av politisku hetjum okkara høgravendu – eins og Trump (USA), Bolsonaro (Brazil), Salvini (Italia), Varadkar (Írland), Kurz (Eysturríki), Morawiecki (Póland) og Babis (Kekkia).
Orban er ein harður hálsur og tí illa lýddur av teimum bleytu landasvíkunum, ið stjórna fleiri ES-londum úr Brussel. Hann er leiðari í Fidesz, ungarska stjórnarflokkinum, ið fær yvir helvt av atkvøðunum, og stjórnin hevur gjørt dupult 10 m høgt stik við rakiblaðstráði í erva ímóti muslimum, ið ætla at bróta inn í Ungarn. Orban-stjórnin noktar blankt at taka kvotur av muslimum frá ES.
Nú hevur ungarska høgrastjórnin gjørt tað ólóligt hjá sonevndum heimleysum at sova úti á gøtuni ella halda til á almennum plássum og parkum. Lógin hevur fingið gildi hóast hørð mótmæli frá bleytum ES-londum, ið eru við at ganga til grundar av ólógligum, ikki-vesturlendskum landastrokum.
Eftir at lógin ímóti útisoving fekk gildi, skulu fólk, ið verða tikin fyri heimloysi 4 ferðir innan 90 dagar, í geglið ella tvingast at gera samfelagsgagnligt arbeiði.
Andstøðupolitikarar halda uppá, at nú hevur Orban-stjórnin lagt eftir landsins heimleysu, tí at eingir muslimar eru longur til í Ungarn at brúka til syndabukk, sigur presturin Gabor Ivanyi, við fjølmiðlar. ES hevur skuldsett stjórnina í Budapest fyri at samtykkja lógir sum hesa, ið eru í stríð við evropisk virði.
Skal Andøvsløtan hava eina áskoðan um hesa ES-trætuna við Ungarn, so áttu sinnisveik heimleys at fingið sálarfrøðiliga hjálp og og viðgerð og fáa tað helst eisini. Men teimum“heimleysu”, ið ikki vilja arbeiða, tørvar eina harða hond, so tey læra at klára seg sjálvi við arbeiði og inntøku og gjalda skatt til samfelagið. Sjálvsagt.
Himmalvíður munur er á Ungarn við lóg og landaskili í hásæti og Budapest sum høvuðstaði, har fólk ikki longur rekast úti á gøtuni dag og nátt.
ES-alternativið eru kriminellir svínastallar, eitt nú París, franski høvuðstaðurin, fyrr ljósanna býur, har nú 100.000 tals óynskt landastrok úr 3-heimi, ið hava brotið seg inn um fronsk landamørk, nú rekast og sova úti í gøtunum í París.
Munur er á einum sleiskum, hugmóðigum globalisti og hyklara sum Macron og einum tjóðskaparligum mannfólki sum Viktor Orban, ið virðir sínar veljarar og verjir sínar landsmenn móti útlendinga álopum á fosturlandið við tí fyri eyga at misnýta landsins gestablídni og demokratisku rættindi og síðan at oyðileggja tað.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











