Vælvitjað opið hús
Mikukvøldið var opið hús á skúlanum. Kvøldið var skipað á tann hátt, at fyrsta tíman kundu gestirnir vitja kunningarbásar, sum vóru settir upp á skúlanum. Har kundu tey nýta høvið at tosa við næmingar og umboð fyri tær ymisku lærugreinarnar.
Síðani varð skipað fyri einum felagstiltaki í auluni, har rektarin hevði samrøður við ymiskar gestir. Fyrstu gestirnir vóru Pætur Clementsen frá FSF, sum hugleiddi um nýggja úrvalstilboðið, sum FSF og Miðnám á Kambsdali koma at samstarva um. Ólavur Jacobsen greiddi frá um musikkskúlamiðnám, og rektarin á Gribskov Gymnasium, Kristoffer Høy Sidenius, hugleiddi um nýggja norðuratlantiska studentaflokkin.
Síðani tosaði rektarin við Bjørt Hansen og Signu Nielsen, sum vunnu Ungt Virki í fjør við Faroe Sea Beauty. Eisini tosaði hann við formannin í næmingaráðnum, Gunnar Sivertsen.
Síðstu gestirnir vóru Signhild Joensen, svimjari, Beinir Troest Rasmussen og Gwendolyn Blaga Philbrow, ið eru tónleikarar. Felags fyri tey øll er, at tey hava tíðarkrevjandi ítriv. Tey hugleiddu um, hvussu tað ber til at taka eina miðnámsútbúgving, samstundis sum tey brúka nógva tíð og orku til sítt ítriv. Onkur av teimum hevur valt at taka útbúgvingina yvir fýra ár.
Eisini var tónleikur á skránni. Fyrst framførdi Beinir við bólki tvey løg, og at enda spældi Gwendolyn eitt lag.
Til seinast fingu gestirnir høvi at hyggja seg um á skúlanum og tosa við lestrarvegleiðarar og umboð fyri tær ymisku lærugreinarnar.
Til ber at síggja myndir frá kvøldinum á facebook síðuni hjá skúlanum ella við at trýsta á her: https://www.facebook.com/
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











