Biogassverki á Skarðshjalla til almenna hoyring
Í sambandi við, at P/F Føroysk Náttúruorka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, hevur ætlan um at byggja eitt biogassverk við ravmagnsframleiðslu á Hjalla í Hoyvík, hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann fáa á umhvørvið. Hendan umhvørvisárinsmetingin er almenn. Og, viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er, sambært Umhvørvisstovuni tann 28. februar.
Biogassverkið fer at hava ein tekniskan kapasitet at taka í móti 100.000 tonsum av lívrunnum burturkasti árliga. Ætlanin er tó í fyrstu atløgu at taka móti 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti árliga. Endamálið við biogassverkinum er at framleiða hita, streym og nátúrlig tøð burtur úr mykju og burturkasti frá smolt- og alistøðum og seinni kanska eisini lívrunnum húsarhaldsburturkasti. Ein vøkstur í móttøku av lívrunnum burturkasti vil bert fara fram, um tað er grundarlag fyri at fáa avsett tilsvarandi nøgd av avgassaðum tøðum.
Verkið fer at kunna taka ímóti 275 tonsum av lívrunnum tilfari um dagin, sum verður hitaviðgjørt. Framleiðsluorkan verður 1.300 m3/tíman av biogassi, sum í høvuðsheitum er ein blandingur av metani og CO2. Gassgoymslan verður 300 m3. Ravmagnsframleiðslan verður 1.500 kW og hitaframleiðslan verður 1.489 kW. Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur