Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jógvan við Keldu - sangurin fylti hvønn krók

Innanlands | 09/02-2019 22:30

Ein kend býar- og samkomumynd í Klaksvík rundaði triðja fjórðingshornið av eini øld seinasta mikudag, 30 januar. Talan er um Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík og fyrrverandi kórleiðara í Betesda.

75 ára dagurin varð hildin í Betesda. Føðingardagsbarnið hevði ynskt at feira dagin sum eina sangløtu, har sangkórini í Ebenezer og Betesda luttóku í felag og eisini hvør sær. Talan var um eitt felagskór, sum taldi væl yvir 100 røddir. Jógvan gav úttrykk fyri, at tað gleddi hann ómetaliga nógv einaferð enn at uppliva bæði kórini at syngja saman.

Sangurin hjá felagskórinum í Betesda, hetta hátíðarkvøldið, ljómaði við fullari styrki út í ein fullsettan sal, og felagssangurin ljómaði út í hvønn krók í Betesda, har hundratals føðingardagsgestir sungu við av fullum hjarta.

JÓGVAN OG BETESDA
Tá løtan var komin gott og væl í helvt, segði føðingardagsbarnið nøkur orð um samkomuna í Betesda. Hann tók nakað soleiðis til, “at samkoman í Betesda er ein evangelisk samkoma, sum setur sína æru í at kunngera ein greiðan evangeliskan boðskap.” Jógvan legði dent á, at samkoman altið hevur sæð týdningin av at náa út um veggirnar í Betesda við evangeliinum. Tí bygdi man bátin Sendiboðið í sínari tíð, sum sigldi runt oyggjarnar við evangeliinum, og tí stuðlar samkoman trúboðarum, sum í dag er ein stórur skari, ið er spjaddur um allan heimin. Talið av trúboðarum, sum eru farnir út frá samkomuni í Betesda er í dag ómetaliga høgt, og Jógvan hevði gjørt sær ómak at savna myndir av øllum trúboðarunum, sum hann vísti á stórskýggja.

EINAFERÐ ENN ÚT Á DEKKIÐ
Tað vóru Henny Gerðalíð og Tóra við Keldu, dóttur Jógvan, sum leiddu kvøldið. Tá sangløtan nærkaðist endanum siteraði Henny sangstrofuna um uppilagsta skiparan, sum ynskti: “Leið meg einaferð enn út á dekkið!”  Við hesum meinti Henny óiva, at árini  síðani Jógvan gavst at stjórna Betesdakórinum kunnu sammetast við, tá ein fer av brúnni fyri seinastu ferð, og tí ynskti hon, at garvaði kórleiðarin einaferð enn skuldi verð leiddur út á “dekkið.” Við hesum orðum varð føðingardagsbarnið boði upp á pallin at stjórna stóra felagskórinum, til stóra gleði bæði fyri Jógvan sjálvan, tey í kórinum og mongu gestirnar. Jógvan er framvegis leiðari  av kórinum Seytjan Sangarar.

Eitt snotuligt sangblað var prentað til løtuna, ið var skipað sum ein skrá fyri kvøldið. Sangløtan endaði við, at gestirnir vórðu bodnir til drekka úti í rúmligu og snotuligu forhøllini, har eitt stórfingið køkuborð var sett upp.  

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Jógvani til lukku við degnum og Guds signing framyvir!

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com


Lagt út: Randi Jacobsen

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi