Landsfundur - kristnu virðini aðalkósin
Miðflokkurin hevði landsfund leygardagin 26. januar. Tað kom greitt fram hjá báðum tingmonnum floksins, Bill Justinussen og Jenisi av Rana, at flokkurin stendur fyri teimum kristnu virðunum, og at hetta framvegis verður aðalkósin hjá Miðflokkinum.
Jenis av Rana harmast um nýggju hjúnabandslógina, sum loyvir samkyndum at giftast: “Við hesum hevur samgongan gjørt seg inn á tað trygga kristna grundstøði,” segði Jenis.
Eitt annað, sum floksformaðurin nevndi, var tann positiva niðurgangandi strikan í fosturtøkutalinum. Hann konstanteraði, at fyri 25 árum síðani, lá fosturtøkutalið millum 80 – 90 um ári, men at talið í dag er komið niður á 19. Jenis og Miðflokkurin er ikki í iva um, at tað, at Miðflokkurin á Tingsins røðarapalli ótroyttiliga í eina hálva øld hevur varpað ljós á fría fosturtøku, hevur, saman við øðrum kreftum, so sum ProVita, heilt avgjørt verið við til at minka talið av fríum fosturtøkum í Føroyum. Jenis undirstrikaði hetta við at leggja afturat, “at tað er lív at síggja í farleiðini eftir Miðflokkin!”
Flokksstjórnin hjá Miðflokkinum undirstrikaði á landsfundinum, at í Føroyum í dag eru sterkar politiskar kreftir, sum miðvíst arbeiða fyri at gera tað ónátúrliga natúrligt og at flyta føroyska samfelagið frá teimum kristnu grundvirðunum; og fundurin var ikki í iva um, at hetta er avkristning, “og um hetta heldur fram so fer tað at forkoma okkum,” meinar floksleiðslan í Miðfokkinum.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











