Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Føroysku húsarhaldini eiga meir á bók enn tey skylda

Innanlands | 11/02-2019 16:00

Munurin er meira enn tvífaldaður síðani septeber 2013, sigur Landsbankin.

Føroysku húsarhaldini eiga meir á bók enn tey skylda í føroyskum peningastovnum. Tað sigur Landsbankin.

Í november 2018 áttu húsarhaldini meir enn 2 milliardir krónur meir enn tey skyldaðu, Tá eru non-profit felagsskapir taldir við. Hetta er meir enn tvífalt so nógv sum í september 2013, tá ið húsarhaldini áttu 900 milliónir krónur meir enn tey skyldaðu føroyskum peningastovnum.

“At húsarhaldini eiga meir enn tey skylda – at tey hava innlánsyvirskot – er sum heild gott fyri fíggjarliga støðufestið hjá peningastovnunum,” sigur Landsbankin.

Innlán hjá føroyskum húsarhaldum í føroyskum peningastovnum vuksu við 30 prosentum frá september 2013 til november 2018. Upphæddin, sum húsarhaldini skylda føroyskum peningastovnum, vaks sama tíðarskeið við 20 prosentum.

Húsarhaldini eiga mest

Húsarhald eiga meginpartin av teimum pengum, sum standa á konto í føroyskum peningastovnum. Húsarhald eiga tveir triðingar, meðan privata vinnan eigur ein fimtapart.

Húsarhaldini eiga umleið 10 milliardir krónur í føroyskum peningastovnum tilsamans. Húsarhald fevna tá um løntakarar, pensjónistar og persónar, sum eru sjálvstøðugir vinnurekandi. Non-profit felagsskapir, til dømis ítróttarfeløg, samkomur o.t., eru tald við í hagtølunum fyri húsarhald.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi