Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Javnaðarflokkurin tosar grønt, men handlar kolasvart – tað er fakta!

Lesarabrøv, Politikkur | 11/02-2019 21:00

Javnaðarflokkurin er ein løgin flokkur. Tey tosa um samanhald, men standa ikki saman. Tey tosa um brøðralag, men dyrka sundurlyndið. Tað einasta, tey kunnu semjast um, er at Fólkaflokkurin er rótin til alt ónt. Ófatiligt!

Nýggjasta sniðálopið var um vikuskiftið, tá javnaðarfólk kropp av kroppi settust við knappaborðið, tí Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevði úttalað seg um umhvørvið. Nú var lagamanni at hvessa sær pennin og leggja fólkafloksfólk undir líkt og ólíkt.

Hetta er sami skitni taktikkur, flokkurin brúkti til seinasta løgtingsval, men hetta vísir bara, hvussu lítið javnaðarflokkurin hevur at bjóða. Hygg bara eftir kolasvarta umhvørvispolitikkinum, flokkurin hevur ført.

Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri meiri enn 40% av føroyska CO2 útlátinum. Skulu vit náa málinum um einar grønar Føroyar, er neyðugt at fiskiflotin verður endurnýggjaður. Alt annað er uttan um tos. Tí skuldi ein trúð, at javnaðarflokkurin hevði greiða ætlan við fiskiflotanum, men tað hava tey ikki.

Tvørturímóti.

Føroyar eru við at gerast ein kolasvartur skipskirkjugarður. "Nýggjastu" skipini eru aggandi gomul. Og tað er einki, ið bendir á, at javnaðarflokurin ætlar at gera nakað við syndarligu støðuna.

Fólkaflokkurin er ikki bara einasti flokkur, ið hevur víst á hetta, men vit eru eisini einasti flokkur, ið hevur eina ítøkliga ætlan við fiskiflotanum.

Gera reiðaríir íløgur í nýggj skip, rinda tey ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað.

Hetta er ikki bara besti mátin at gera tað uppá, men er somuleiðis tann mest effektivi. Tí má javnaðarflokkurin velja, hvat hann vil hava: pengar í landskassan, ella umhvørvið. Tú kanst ikki hava bæði uppboðssølu/tilfeingisgjøld, og ein grønan fiskiflota. Tú mást velja annað.

Vit velja umhvørvið.

Tí verður tað spennandi at síggja reaksjónirnar hjá javnaðarflokkinum, tí veruleikin er tíverri tann, at meðan javnaðarflokkurin hevur sitið við valdi, hava tey tosað grønt, men handlað kolasvart.

Tað er fakta!

Hanus Samró - Fólkaflokkurin


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi