FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á
Uppgerð Landsbankans er ikki faktuel skeiv, men hon vísir einans viðskiftini millum føroysku húskini og bankarnar.
Í fráboðan í dag gjørdi Landsbankin upp, at føroysku húskini eiga 2 mia.kr. meira enn tey skylda. Og staðfesti bankin, at hetta er munandi hægri enn í 2013, tá sama upphædd var 900 mió.kr. Fíggjarstøðan mótvegis føroysku bankunum er sostatt batna við 1,1 mia.kr.
Gaman í, skylda føroysku húskini í november 2018 2,5 mia. kr, sum VP.fo vísir á. Tað átti Landsbankin sjálvandi at havt við í uppgerðini fyri at siga nakað um fíggjarliga støðufestið. Realkredittskuldin er tó 200 mió.kr minni enn í 2013, tí er fíggjarstøðan batna enn meira.
Men fyri at geva ein rættvísandi heildarmynd manglar uppgerð Landsbankans ikki bert postar á passivsíðuni hjá føroysku húskjunum, tí á aktivsíðuni mangla bæði virðið á býlunum og pensjónsuppsparingini. Pensjónin var 9,5 mia.kr við ársenda 2017, og man hon nú táttað í 10 mia.kr.
Uppsparingin er økt við áleið 1,5 mia.kr. síðani 2013. Virðið á býlisognunum er eisini økt munandi í nevnda tíðarskeiðnum, tá húsaprísirnir eru øktir heilt fitt umframt nógv nýbygging hevur lagt aftrat ognunum. Leysliga mett eru hesar ognir øktar áleið 3 mia.kr. hesi árini.
Sostatt er samlaða fíggjarstøðan hjá føroysku húskjunum batnað við sløkum 6 mia.kr. síðani 2013:
+ 1,1 mia.kr. Øking í nettoinnlánum
+ 0,2 mia.kr. Minking í realkredittskuld
+ 1,5 mia.kr. Øking í pensjónum
+ 3,0 mia.kr. Øking í býlisvirðum
Uppgerð Landsbankans er ikki faktuel skeiv, men hon vísir einans viðskiftini millum føroysku húskini og bankarnar.
Hetta skrivar Johnny á facebook í kvøld.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











