Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nógvur vindur teir komandi dagarnar

Innanlands | 12/02-2019 10:38

Veðrið frá DMI:

 

Veðurlagið:


Eitt lágtrýst, 980 hPa, sunnanfyri Ísland, flytur seg norðureftir, meðan tað dýpist nakað. Seinnapartin tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp eystan fyri Ísland, og tað fer í ein landnyrðing. Tilhoyrandi brúgvaløgini geva regn og vind á okkara leiðum. Í nátt breiðir ein veikur hátrýstryggur, 1010 hPa seg inn yvir Føroyar.

Veðurvánirnar:

Strúkur í vindi til skrið av suðri og útsynningi, 13 til 20 m/s við hørðum hvirlum. Tað verður skýggjað og regn fyri tað mesta. Seinnapartin veksur vindurin til hvassan vind til skrið av útsynningi og vestri, 15 til 20 m/s. Eitt skifti verður onkrastaðni uppí 23 m/s við hørðum hvirlum. Tað verða løtur við sól, men eisini ælaveður, sum onkrastaðni kann vera sum heglingur, og toran kann ganga í ælunum. Men út á kvøldið verður turt fyri tað mesta. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 4 og 8 stig. Í nátt verður frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, sum spakuliga minkar niður í gul til frískan vind av suðri. Tá verður turt fyri tað mesta og klárt í veðrinum. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig.

Veðrið mikudagin:

Gul til frískan vind av suðri, 5 til 10 m/s, sum veksur til frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst verður turt við nakað av sól ella sólglottum, men sum frá líður verður skýggjað við regni ella ælaveðri. Í annaðkvøld og hósnáttina verður strúkur í vindi til skrið, 13 til 20 m/s, onkrastaðni uppí 23 m/s við hørðum hvirlum. Fyrst verður skýggjað og løtur við regni, men seinni verður skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 5 og 8 stig.

Veðrið hósdagin:

Frískur vindur til hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum minkar niður í gul til frískan vind, 5 til 10 m/s, og ættin snarar í sunnan. Fyrst verður turt við nakað av sól ella sólglottum, men sum frá líður verður samdrigið og nakað av regni. Um kvøldið og náttina veksur vindurin til strúk í vindi til skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og løtur við regni. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 5 og 10 stig.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi