Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um Andreas Petersen

Innanlands | 12/02-2019 10:52
Andreas Petersen

Nú sólin alt síðan stytsta dag so líðandi hevur togað seg hægri og hægri upp á himmalhválvið, og vit frøast
um sigrandi ljósið og tilstundandi várið, so við eitt, so verða vit mint á orðini í sálminum, “At best sum sólin
fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur”. Og henda sunnudagin var tað Andreas Petersen, sum varð
fluttur um sýn bert 71 ára gamal.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú vit hava mist ein sera dugnaligan og trúgvan starvsfelaga gjøgnum
mong ár.

Andreas varð føddur í Oyndarfirði 8. juni 1947 sonur Martinu og Arna Petersen. Foreldrini búsettti seg í
Klaksvík seinni, haðani pápin sigldi. Hann var úr Oyndarfirði og hon av Eiði. Í hesum livandi og virkna býi
vaks Andreas upp og livdi síni unglingaár, áðrenn leiðin lá fyrst til Havnar og so niður til Danmarkar at nema
sær útbúgving. Hann tók læknaprógv í 1977 í Keypmannahavn. Seinni flutti hann til Svøríkis at arbeiða sum
lækni og at útbúgva seg til kommunulækna. Heimafturkomin gjørdist hann fyrst kommunulækni í Rúnavík,
síðan í Havn, áðrenn hann tók við kommunulæknastarvinum í Gøtu, sum hann røkti í samfull 30 ár fram til
2015.

Andreas var giftur við Katrini Zachariassen, sum er ættað av Sandi. Tey búsetti seg í Syðrugøta, og Katrin
fekk starv sum lærari við Handilsskúlan á Kambsdali. Tey fingu tvey børn, sonin Arna og dóttrina Jóhannu.
Nú Andreas legði árarnir inn, so áttu hann og Katrin fimm abba- og ommubørn.
Heilt frá ungum árum var Andreas javnaðarmaður. Hjá honum vóru tað korini hjá vanliga fólkinum, sum
lógu honum fremst á sinni. Hann gjørdist tí virkin í Eysturoyar Javnaðarfelag og sat sum limur í kommununi
í Gøtu frá 1994 til 2004.

Tá nýggj samgonga varð skipað í sept. 1994 varð Andreas Petersen valdur sum landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálum. Hetta var í kjalarvørrinum av stóra hóttafallinum, sum hevði rakt landið tvey ár
frammanundan. Javnaðarflokkurin hevði havt eitt stak vánaligt val, har flokkurin fór úr 10 niður í 5
tingsessir, men Andreas var til dystin fúsur. Hetta vóru málsøkini, sum høvdu hansara størsta áhuga, umframt
at hann sum lækni hevði stóra vitan um júst heilsumál. Og ikki kann sigast annað enn at væl hilnaðist hjá
honum sum landsstýrismaður, og vann hann sær stóra virðing millum manna.

Við løgtingsvalið í 2002 varð Andreas valdur løgtingsmaður. Hesa tíðina sat flokkurin í andstøðu, og hetta
var tíðin, tá fullveldisbylgjan var í hæddini. Hann varð afturvaldur á valinum í 2004, og tá var flokkurin aftur
í samgongu og hevði leiðsluna við løgmanni. Valskeiðið 2008 og fram til 2011 sat Andreas sum varamaður á
tingi, men stillaði ikki uppaftur í 2011.

Andreas hevði eitt blídligt og fyrikomandi lyndi. Hann tók alt á sín egna hóvliga og skilagóða hátt. Hann var
drúgvur og djúpur í kjakinum, og ongantíð lat hann seg taka av fótum, tí hansara politiski grundvøllur var
tryggur sum kletturin. Hann hevði eina sera breiða vitan um samfelagslig viðurskifti ikki bara her hjá okkum,
men eisini burtur í heimi. Tað er eingin loyna, at tíðin, hann búði í Svøríki, hevði havt stóra ávirkan á hann,
serliga politiskt. Hann var hugtikin av svenska vælferðarsamfelagnum, og mangan tók hann dømir um hetta
fram, tá hann førdi fram røðu á tingi. Tá Andreas slapp at greiða frá um “Folkhemmet”, tá var hann í
essinum.
Sum fáur annar, hevði Andreas eitt sera gott minni. Honum nýttist ikki at leita upplýsingar fram, sum vit gera
nógv av í dag, tí hann hevði flestu hesar sum vanliga vitan. Hendingar, árstøl og ikki minst ættarbond visti

hann bara, og tí var hann altíð sera áhugaverdur í kjaki og práti. Stóri áhugi hansara fyri samfelagnum gjørdi,
at hann fylgdi ómetaliga væl við øllum tí, sum fyrifórst rundan um hann.
Ikki minst man eisini GÍ og Víkingur hava nýtt væl av tí áhuga, sum Andreas hevði fyri sínum nýggju
heimaliðum. Fáir mundu dystirnir vera í Sarpugerði, sum hann ikki sá, og var ein uttanlandsferð við GÍ og
seinni Víkingi, so var Andreas við sum liðlækni.

Gøtufólk og eysturoyingar hava mist sín gamla kommunulækna, sum var millum teirra í trý áratíggjur og
skapti tryggleika.

Eisini vit í Javnaðarflokkinum hava mist. Andreas veitti flokkinum ein trúgvan og drúgvan stuðul. Altíð førdi
hann seg fram við tí positiva og vælviljaða politiska boðskapinum. Hesa klóku og vísu rødd fara ivaleyst
mong javnaðarfólk at sakna.

Men størstur er missurin hjá tykkum hansara kæru Katrinu, Arna og Jóhonnu við familjum, nú hann so
brádliga varð tikin burtur. Flokkurin vísir tykkum størstu samkenslu.
Hann, sum øllum valdar, hann hjálpi og styrki tykkum í ókomnum døgum.

Javnaðarflokkurin takkar Andreasi Petersen fyri ta orku og tað ídni, hann legði í politisku uppgávuna at flyta
landið fram á leið.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um javnaðarmannin Andreas Petersen.
Javnaðarflokkurin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Flokkar­nir senda hesi fólk á valfundin í Løkshøll í kvøld
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Tobbi er greiður
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Myndarøð: politikarar hittust á Sjómanna­deg­num
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Ljóðupptøka: Vinnuligur Valfundur í Løkshøll 20 aug 2019
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Ingvard Petersen
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Munur á monnum; um Judas, bróður Jesusar, og Judas Iskariot".
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Nýggjastu tíðindi