Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bill setir munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

Innanlands, Politikkur | 12/02-2019 11:15
Bill Justinussen

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at herða eftirlitið við ólógligum innflutningi
av rúsandi evnum?
2. Eru ætlanir um at styrkja samstarvið millum løgregluna, tollvaldið og
heilsumyndugleikarnar við millum annað at fáa til vega økta játtan at fíggja fleiri
hash-hundar?

Sambært tollvaldinum koma fleiri og fleiri ólóglig rúsevni til landið. Hetta sæst aftur í øktari misnýtslu og syrgiligum mannalagnum. Viðgerðarheimini boða frá tí sama; at fleiri rúsevni eru at síggja millum ung. Miðflokkurin hevur havt ítøkilig uppskot á Løgtingi um at hækka játtanina til at fíggja fleiri hash-hundar. Tað hevur ikki vunnið frama við tí undanførslu, at samgongan arbeiðir við málinum. Men arbeiði samgongunnar hevur ikki borið frukt, nú tað er staðfest, at nøgdin av rúsevnum økist. 

Eisini frættist millum ung, at tað er eins lætt at keypa nøkur gramm av hasji og tað er at keypa mjólk í matvøru-handlum. Tað er tankavekjandi, at samgongan situr hendur í favn, setir kikaran fyri blinda eygað og letur standa til. Ein mannalagna rakar øll í nærsamfelagnum, familju, vinir, makar, børn og foreldur. Er tað nakar, sum kann gera nakað við rúsevnatrupulleikan, er tað politiska skipanin. Tí eigur landsstýriskvinnan at greiða frá, hvørjar ætlanir eru á økinum – um nakrar yvirhøvur eru.

Bill Justinussen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi