Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jenis av Rana fær svar frá Heðin Mortensen í dag

Innanlands | 12/02-2019 11:30

Á tingfundinum í dag fer Heðin Mortensen at svara Jenis av Rana, um brýr sum Landsverk varðar av eru nóg tryggar, og um føroysku vegirnir eru tryggir at koyra eftir

Spurningarnir hjá Jenisi eru soljóðandi:

1: Eru allar brýr, sum Landsverk varðar av, nóg tryggar til ta ferðslu, sum dagliga fer eftir teimum?

2: Kunnu fólk fult út líta á føroysku vegirnar, at hesir eru tryggir at koyra eftir?

3: Kunnu fólk kenna seg trygg við at brúka føroysku tunnlarnir?

Viðmerkingar:

Ikki er tað hugaligur lesnaður, sum verður endurgivin okkum í fjølmiðlunum um dagarnar. Samanumtikið ein lemjandi kritikkur av samferðsluøkinum, ikki bert skipum, sum fleiri verða dømd ótíðarhóskandi at vera, men eins lemjandi av vegum, brúm og tunlum.

Herfyri váttaði sjálvur løgmaður, væl stuðlaður av staðkendum samgonguløgtingsmanni, at lívshættisligt var at koyra til Dals. Hesir søgdu seg byggja ákærur sínar á m.a. frágreiðingar landsverks. Teir báðir nevndu kongar, sum søgdust vera um at rusta burtur, so at spurningur bert var um, nær vegurin fór í havið.

Nóg illa vóru hesar atfinningar tagnaðar, so vórðu nýggjar  bornar okkum, nú um vegakervið sum heild. Greitt varð frá, at brúgvar eru, sum eru á veg móti hægstu tindum á vandaskalanum. Samstundis vita vit, at tunnlar eru, t.d. norður um fjall, sum eru so hættisligir, at bert undur forða vanlukkum.

Tíðin má vera komin til, at tey, ið brúka hesar vegir, brýr og tunlar, greitt fáa at vita, frá landsstýrismanninum, um ráðiligt í heila tikið er at brúka ta farleið, tey dagliga seta sítt álit á.


Jenis av Rana
løgtingsmaður f. Miðflokkin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi