Nullhugsjón innan happing í fólkaskúlanum
Nú trivnaðarkanningar aftur eru gjørdar á skúlaøkinum, heldur Jónleif Johannesen, at ein skipan eigur at verða sett í verk, soleiðis at úrmælsskúlarnir kunnu greiða frá sínum góðu royndum. Hetta kundi verið ein liður í strembanini eftir eini nullhugsjón innan happing í fólkaskúlanum, sigur løgtingsmaðurin.
Vit hava áður havt trivnaðarkanningar á skúlaøkinum, og er hetta sera skilagott. Tá frágreiðingarnar fyriliggja, er nógv áhugavert at fáa eyga á. Millum annað hevur tað víst seg, at tað er munur á, hvussu góður trivnaðurin er á ymisku skúlunum. Almenningurin hevur tó ikki fingið innlit í, hvørjir skúlar standa seg best á økinum.
- Hetta er óheppið, tí her liggur ein vitan, ið allir fólkaskúlar kundu notið gott av. Um tað varð almannakunngjørt, hvørjir skúlar skara framúr innan trivnaðarøkið, kundu aðrir skúlar fingið góð ráð frá hesum skúlum. Hetta krevur tó, at orka verður sett av til at úrmælsskúlarnir kundu havt skeið ella fyrilestrar fyri øðrum skúlum, sum síðani kundu fingið góð hugskot til, hvussu teir kunnu betra seg á trivnaðarøkinum, sigur Jónleif Johannesen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.
Tingmaðurin heldur, at vit eiga at stremba eftir eini nullhugsjón innan happing í fólkaskúlanum. Og í hesum arbeiði eiga skúlarnir at fáa alla ta vitan, teir kunnu fáa hendur á.
- Tí áttu úrmælsskúlarnir at verði kunngjørdir, og skipan átti at verði sett í verk, so teirra góðu royndir kundu komið øðrum skúlum til góðar. Tí fari eg á løgtingsfundi í morgin at seta landsstýrismanninum við mentamálum, Aksel V. Johannesen, ein fyrispurning um hetta, sigur Jónleif Johannesen.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











