Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Viðlíkahaldið má raðfestast hægri

Politikkur | 12/02-2019 14:43

Góða støðan í samfelagnum sæst ikki aftur í játtanini til viðlíkahald av vegakervinum, og játtanin er ikki hækkað síðan í kreppuárunum. Nú er tíðin komin at fáa støðuna í rættlag, heldur Kristianna Winther Poulsen, sum fer at seta landsstýrismanninum við samferðslumálum ein fyrispurning um hetta á løgtingsfundi í morgin.

Í seinastu viku handaði Landsverk landsstýrismanninum í samferðslumálum nýggju Samferðsluætlanina, sum er galdandi frá 2018 til 2030. Hetta er eitt sera áhugavert og neyðugt skjal, sum fevnir víða og gevur innlit í tað ovurstóra arbeiði, ið liggur í at menna og røkja eitt gott, trygt og tíðarhóskandi samferðslunet á landi og á sjógvi, sum er so avgerandi fyri okkara borgarar og okkara samfelag.

Nakað av tíðindaflutningi hevur verið um ætlanina, og serliga hevur vantandi viðlíkahaldið av vegum, brúgvum og tunlum verið umrøtt: at vegir og brúgvar treingja til viðlíkahald, og at allir tunlar eiga at verða kannaðir regluliga. Eisini útgerð til vetrarhald er í ringum standi. 

Vit lesa eisini í Samferðsluætlanini, at játtanin til viðlíkahald er lutfalsliga nógv lækkað síðani 1996, tá játtanin var 2,3 prosent av samlaðu fíggjarlógini, meðan hon í 2018 var 0,9 prosent av samlaðu fíggjarlógini. Játtanin er bæði beinleiðis skorin og minkað orsakað av inflatión. Harafturat hevur ferðslan og slitið, sum fylgir við, verið vaksandi við yvir 30 prosentum tey seinastu 10 árini á ávísum teinum.

Síðani fyrst í nítiárunum, tá játtanin til viðlíkahald av undirstøðukervinum varð nógv skerd orsakað av kreppuni, er hon ikki hækkað aftur. Sambært Samferðsluætlanini hava øll øki ein átrokandi tørv á ábótum, og góða støðan í samfelagnum sæst ikki aftur í játtanini til vegakervið.
Neyðug stig mugu takast til at fáa hesa álvarsligu støðu í rættlag. Tí fari eg at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning um hetta á løgtingsfundi í morgin, sigur Kristianna Winther Poulsen.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Eg vil biðja um treytaleysa umbering
Javnaðar­flokku­rin roynir seg aftur við skeivum tølum
Hanna og Óluva býta Menta­mála­ráðið í millum sín
R7 Premier League (36) - 11. feb 2019
Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólka­felagið"
Nógv nebbasild í fiskinum
ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum
FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI  ENN LANDS­BANKIN VÍSIR Á
Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA
Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum
Ísraelsk vísinda­fólk siga seg beina fyri krabbame­ini innan 1 ár
Stóribeiggin kemur aftur
Nýggir tunlar norð um fjall - samferðslu­ætlanin hjá LV
Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti
Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelags­tænastu
Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen
Prát við Pola Mikkelsen, fyrrver­andi sjómansskúla­lærara
Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam
Tíðindi klokkan 12
Myndarøð: stormur í Vági
Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”
Bróður Nikolas - framvegis á Kuba
Føroya Flokkurin stillar ikki upp
Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi