Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Lesarabrøv, Politikkur | 13/02-2019 22:17

Í einum lesarabrævi í farnu viku gjørdi eg vart við, at ein lýsing, sum Javnaðarflokkurin hevði í miðlunum undan jólum, bygdi á skeiv tøl. Lýsingin snúði seg um vøksturin í fólkatalinum, sum hevur verið tey seinastu árini, og flokkurin gav sitandi samgongu æruna fyri, at gongdin er vend frá fólkaminking til fólkavøkstur. Men tøl frá Hagstovuni vísa greitt, at gongdin í fólkatalinum er ikki vend í hesum valskeiðinum, men hon vendi longu í undanfarna valskeiði.

Nú skuldi ein trúð, at Javnaðarflokkurin viðgekk, at tey høvdu tikið feil, men so var ikki. Í einum lesarabrævi fríggjadagin roynir Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins, at halda fast við, at flokkurin hevur ikki brúkt skeiv tøl. Hon megnar tó ikki á nakran hátt at mótprógva tølini hjá Hagstovuni. Hon velur tí ístaðin at vísa á, at ”tilflytingin er methøg.” - Tað er heldur ikki heilt rætt, tí tað er nettotilflytingin, sum er methøg. Men tað mótprógvar tó framvegis ikki, at skiftið frá netto fráflyting til netto tilflyting hendi áðrenn valið.

Og tí er tað løgið, at Helena skrivar: ”Fyri Javnaðarflokkin hevði tað undan seinasta vali stóran týdning av venda fráflyting til tilfyting.” Her vóru tey altso ov sein á sjóvarfallinum. Skiftið var longu hent áðrenn valið varð útskrivað.

Føroyar høvdu eina netto fráflyting til og við 2013, og síðani 2014 hava vit havt netto tilflyting. Árini við minkandi fólkatali endaðu meðan undanfarna samgonga sat við valdið.

Mótsiga sær sjálvum

Tá eg sá greinina hjá Helenu Dam á Neystabø, gjørdi eg vart við feilin í eini viðmerking á facebook. Tað gekk ein lítil løta so svaraði Javnaðarflokkurin aftur. Flokkurin skrivaði millum annað:

”Hasi tølini gera ikki annað enn at staðfesta tað Javnaðarflokkurin sigur – nevniliga at vit hava vent nettofráflyting til nettotilflyting. Gamaní var tilflytingin størri enn fráflytingin seinasta árið av tykkara samgonguskeiði...”

Hvussu kann ein politiskur flokkur fáa seg til at siga slíkt? Um tilflytingin var størri enn fráflytingin, so kann tað ikki merkja annað enn, at gongdin longu tá var vend.

So eg má endurtaka tað, sum eg segði í fyrru greinini: Tað ger einki um politiskir flokkar eru skemtiligir – men brúkið bara røtt tøl.

Helgi Abrahamsen

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi