Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Kristiligar Tíðindasendingar
Aðalfundur OM-Føroyar 2019 - leiðaraskifti
Kristiligar Tíðindasendingar
Tanja Mortensen - millum tey sárbæru í Suður­afrika
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (87) - 15. mai 2019
EvR
Á Torginum - Upplestur: Hebrearabrævið - Tala: Klæmint Eliasen 'Prædika­rin' 2/­3
Við Sjóvarmálan
Prát við Jeffri Berg um fyritøkuna Bergsteinar
Við Sjóvarmálan
Prát: Malena Thomsen um Sjóvar Fornminna­felag
Við Sjóvarmálan
Prát við Karl Johan Olsen um fyritøkuna Snældan
Metis
Samrøða: Arnfinnur á Birtuni frá Framtaki­num, sum ikki tykist fáa rúmd í miðlunum
Metis
Prát: Elsebeth Poulsen, stjóri á NFCS, landingarmiðstøð og frostgoymsla í Klaksvík
Metis
Prát: Áki í Skemmuni um tiltakið Atlantic Fair
Metis
Metis - Øll sendingin - 14. mai 2019
Lýsing
Lýsing

Einskiljingar av almennum partafeløgum kunnu fíggja eina hægri fólkapensjón

Innanlands, Lesarabrøv | 13/02-2019 21:00

Í hesum tíðum, sum helst eru bestu uppgangstíðir í nýggjari tíð, hava vit í Føroyum ein gyltan møguleika at fáa munandi av peningi til framtíðar vælferð við at einskilja almennu partafeløgini. Hetta er ein upplagdur møguleiki at fíggja okkara pensjónistum eina hægri eftirløn.

Hetta vil sitandi vinstravenda samgonga ikki, tó at Fólkaflokkurin herfyri hevði eitt skilagott uppskot um at veita okkara pensjónistum eina væl uppiborna skattafría veiting úr samhaldsfasta. Samgongan hevur í verandi veiting úr samhaldsfasta sett saman eina órættvísa dupultskatting, har bæði løntakarar og pensjónistar verða skattaðir, áðrenn pensjónisturin at enda fær tann allar minsta partin til egna nýtslu. Tað er óskiljandi, at ein vinstravend samgonga, sum ein skuldi trúð, ynskti tað besta fyri okkara pensjónistar, fer soleiðis fram ímóti teimum, sum hava brúkt alt sítt lív at rinda føroyska samfelagnum skatt.

Uppskotið frá Fólkaflokkinum hevði givið vanligum pensjónistum 2.000 kr. skattafrítt meira um mánaðin. Ein væl untur styrkur til eldra ættarliðið, sum hevur henda bata væl uppibornan, eftir at hetta ættarlið hevur lagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, sum vit njóta gott av í dag. Men hetta uppskot bleiv ikki óvæntað felt av sitandi vinstravendu samgongu, sum enn eina ferð hevur prógvað, at hon ikki ynskir at raðfesta okkara pensjónistum eina hægri veiting.

Samgongulimir hava skotið fólkaflokkinum í skógvarnar, at flokkurin onga loysn hevur á, hvussu ein skattalætti til eldra ættarliðið kann fíggjast. Men hetta er eitt ivasamamt uppáhald, sum lættliga kann vísast aftur.

Samtykt er at einskilja Posta, og tað er ein góð byrjan. Men tað almenna átti eftir mínum tykki skjótast møguligt at tikið munagóð stig til at selt út av sínum ognarlutum í bæði 100% almennum partafeløgum og feløgum, har tað almenna av ymiskum orsøkum framvegis eigur minnilutar í. Øll hesi feløgini sum Posta, Føroya Tele, Atlantic Airways, BankNordik o.fl. hava flest øll í dag ein góðan rakstur, dugnaligar leiðslur og dugnalig starvsfólk.  Munandi av kapitali er í Føroyum í dag, og tað eru uttan iva fleiri keyparar her á landi, sum fegnir vildu keypt hesi almennu partafeløgini og rikið tey víðari við góðum inntøkumøguleikum.

Tað er mín leysliga meting, at helst meir enn 1 milliard krónur kann flytast úr almennum partafeløgum næstu árini til m.a. at fíggja eina hægri fólkapensjón og aðra vælferð hjá Føroya fólki. Ein vælferð, sum t.d. eisini kundi gagnað familjum við lág- og miðalinntøkum í formi av einum skattalætta.

Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Biður norska prinsessu frásiga sær tignarliga heitið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Í dag eru 40 ár síðani Erla Olsen byrjaði sum organistur í Vestmanna kirkju
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Týskur kavbátur rent á land í Noreg
16 hava tikið dugnaskapsroynd í sigling
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Ær í Æðuvík hevur lembt 7 lomb síðani apríl í fjør
Sambandið tráar eftir Javnaði­num!
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
- Ronja skal kenna seg trygga í kirkjuni
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Krossfesting í søguligum ljósi
Tíðindi klokkan 16
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Skørin inni í Ólafsvík við motorbreki
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Kristiligar Tíðindasendingar
Aðalfundur OM-Føroyar 2019 - leiðaraskifti
Kristiligar Tíðindasendingar
Tanja Mortensen - millum tey sárbæru í Suður­afrika
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (87) - 15. mai 2019
EvR
Á Torginum - Upplestur: Hebrearabrævið - Tala: Klæmint Eliasen 'Prædika­rin' 2/­3
Við Sjóvarmálan
Prát við Jeffri Berg um fyritøkuna Bergsteinar
Við Sjóvarmálan
Prát: Malena Thomsen um Sjóvar Fornminna­felag
Við Sjóvarmálan
Prát við Karl Johan Olsen um fyritøkuna Snældan
Metis
Samrøða: Arnfinnur á Birtuni frá Framtaki­num, sum ikki tykist fáa rúmd í miðlunum
Metis
Prát: Elsebeth Poulsen, stjóri á NFCS, landingarmiðstøð og frostgoymsla í Klaksvík
Metis
Prát: Áki í Skemmuni um tiltakið Atlantic Fair
Metis
Metis - Øll sendingin - 14. mai 2019
Nýggjastu tíðindi