Vestara atløgubryggja í bátahylinum á Glyvrum varð handað kommununi í gjár
Kongshavnar havnastýri hevur fíggjað íløguna.
Seinnapartin í gjár hevði Runavíkar kommuna opið hús í hølunum hjá Bátfelagnum á Bakka í sambandi við at kommunan fekk handaða vestaru atløgubryggjuna í bátahylinum á Glyvrum. Tað er Spf. Rókin, sum hevur gjørt arbeiðið.
Kongshavnar havnastýri hevur fíggjað íløguna. Havnastýrið krevur inn øll havnagjøld frá skipum, sum koma inn um havnamerkini á Skálafjørðinum, og verða gjøldini goldin útaftur til tær fýra kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar, Eystur- og Runavíkar kommunu – lutfalsliga eftir fjøruteini. Soleiðis eigur Runavíkar kommuna 48% av fænum. Sambært viðtøkunum hjá Kongshavnar havnastýri skal peningurin nýtast til íløgur fram við fjøruni við Skálafjørðin.
Eliesar Kastalag hevur teknað atløgubryggjuna. Umframt bryggjuna er vatn, ljós og ravmagn til bátar lagt framvið í økinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur