Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tannlæknar og tannrøktarar síggja, um børn hava verið fyri ágangi

Innanlands, Vísind | 16/02-2019 13:29

Í nýggjari grein, sum Unn Jakobsen, tannlækni, hevur skrivað saman við øðrum, verður staðfest, at tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum eru varug við tey børn og ung, sum eru útsett fyri ágang ella umsorganartrot, samstundis sum tað eru nógv viðurskifti, sum fáa tannheilsustarvsfólk at aftrast við at fráboða slíkan varhuga. 

Greinin byggir á kanning, sum Tannlæknafelagið og Unn Jakobsen hava gjørt við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum. Høvundarnir eru Unn Jakobsen,  Anna Sofia Fjallheim, Hannes Gislason, Eina Gudmundsen, Sven Poulsen  og Dorte Haubek.

Høvundarnir eru Unn Jakobsen,  Anna Sofia Fjallheim, Hannes Gislason, Eina Gudmundsen, Sven Poulsen  og Dorte Haubek.

Sambært Granskingarráðnum var endamálið við kanningini, at kanna og lýsa, hvussu ofta tannlæknar og tannrøktarar í einum lítlum samfelagi sum tað føroyska hava illgruna um fysiskan ágang ella umsorganartrot av børnum og hvussu tey handfara hesa støðuna. Eisini var ynski at kanna, um tætta sambandið millum fólk í Føroyum ger, at starvsfólk á økinum handfara støðuna øðrvísi, enn teirra starvsfelagar í størri londum gera.

Eitt oyðublað, sum varð umsett og tillagað úr donskum, varð sent til 71 starvsfólk á økinum, 44 tannlæknar og 27 tannrøktarar. 51 av hesum svaraðu við fullfíggjaðum upplýsingum, tað eru 72%, sum verður mett nøktandi.

61% av teimum, sum svaraðu, høvdu onkuntíð í teirra arbeiðslívi havt illgruna um at hava verið í samband við eitt barn ella ungt fólk, sum hevði verið fyri ágangi ella umsorganartroti, 33% høvdu havt illgruna seinastu 6 mánaðirnar, meðan 10% vóru vís í, at tey høvdu verið í samband við eitt útsett barn, seinastu 6 mánaðirnar.

90% av teim spurdu tannheilsustarvsfólkunum hildu seg ikki hava fingið nóg góða kunning um, hvussu tey skulu bera seg at, tá børn/ung hava verið fyri ágangi ella umsorganartroti.

Føroysku starvsfólkini á økinum høvdu oftari (61%) illgruna um ringa viðferð av børnum, enn starvsfelagar í Danmark (38%), Skotlandi (29%) og Kroatia (26%).

Títtleikin av illgruna um ringa viðferð av børnum er hægri í Føroyum enn í størri samfeløgum. Føroysku starvsfólkini tykjast eisini boða oftari frá teirra illgruna, enn teirra starvsfelagar í Skotlandi gera.

Kanningin bendir á, at sosialu sambondini í einum lítlum samfelagi kunnu ávirka, hvussu tannheilsustarvsfólk uppfata og handfara ringa viðgerð av børnum.

Unn Jakobsen, sum hevur gjørt kanningina, sigur:
- Úrslitini frá kanningini geva okkum orsøk til at halda, at tað framvegis hevur stóran týdning við upplýsing og kunnandi tiltøkum til starvsfólk, sum arbeiða við børnum og ungum um hesi mál. Eisini er neyðugt  við leiðreglum og alt bendir á, at hesar skulu snikkast soleiðis til , at hædd verður tikið fyri teimum avbjóðingum, sum eitt lítið samfelag  sum tað føroyska, hevur.

Meira kann lesast um kanningina á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum. Greinin, sum kallast: “Dental professionals' experience with and handling of suspicion of child maltreatment in a small‐scale society, the Faroe Islands”,  er almannakunngjørd í tíðarritinum Clinical and Experimental Dental Research og kann frítt lesast her

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi